Hillary Clinton fer ikki at taka av einum møguligum tilboði um at gerast varaforsetaevni hjá Barrack Obama -Hon hevur sagt, at hon er sinnað at gera alt fyri at fáa ein demokrat í Hvítu Húsini, men tað merkir ikki, at hon ætlar sær at vera varaforseti. Ta avgerðina eigur Barrack Obama einsamallur.
Soleiðis stendur í einari fráboðan frá teimum, sum hava lagt valstríðið hjá Hillary Clinton til rættis.
Barrack Obama hevur sjálvur sagt, at hann fer at taka sær góðar stundir til at finna tað rætta varaforsetaevnið.