Hillerød endaði kappingarárið við einum heimasigri

Hillerød vann niðara endaspælið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Seinnapartin spældu Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød seinasta dystin í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á útivølli á Eysturbrúgv í Keypmannahavn eydnaðist tað Hillerød at vinna 3-1 á B93. Adrian og Pingel vóru skiftir út tá 55 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Tríggir minuttir áðrenn teir vóru skiftir út hevði Pingel økt til 2-0. Markus Bay legði Hillerød á odda beint undan steðginum, og Valdemar Schousboe økti til 3-1 stutt aftaná, at B93 hevði minkað um munin til 2-1.

 

Gamli B36 og HB áleyparin hevur verið Hillerød góður hetta kappingarárið. Pingel hevur skotið 18 mál í 31 dystum, og hann hevur eisini lagt upp til tvey mál. 

 

Hetta var áttandi dysturin á rað, at Adrian ikki skoraði fyri Hillerød. Fyrstu fimm dystirnar skoraði Adrian heili sjey mál. Hann hevur tó lagt upp til mál, og hevur verið við í uppspælinum til mál hjá Hillerød seinastu dystirnar.

 

Hillerød vann niðara endaspælið. Teir gjørdist fremstir við 49 stigum, seks stigum fleiri enn gamla liðið hjá Halli Hansson, AC Horsens.