Hillerød vann 3-0 á Lyngby - Adrian var millum málskjúttarnar

Hillerød vann aftur í dag á einum superligaliði

Liðið hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini er í einari góðari gongd undan kappingarbyrjanini.

 

Fyri stuttum vann Hillerød 1-0 á fótbóltsrisanum, FC Keypmannahavn, og fyrr í dag vann Hillerød aftur ein flottan sigur á einum superligaliði.

 

Hillerød vann í dag á útivølli ein sannførandi 3-0 sigur á Lyngby. 

 

Tobias Arndal legði Lyngby á odda stutt undan steðginum. Tá ein tími var leiktur økti Adrian til 2-0 aftaná - sambært bold.dk - gott álop, ið endaði við, at Adrian við góðum skoti skoraði til 2-0. Donavan Bagou staðfesti sigurin tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Komandi sunnumorgun klokkan 10 spælir Hillerød venjingardyst móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager á heimavølli í Hillerød.