Hilmar Simonsen - cand. scient. í jarðfrøði og jarðalisfrøði

5. juni 2003 gjørdist Hilmar Simonsen, Saltangará, cand. scient. í jarðfrøði/jarðalisfrøði á lærda háskúlanum í Århus.

Hann hevur serbúgvið seg innan kolvetnisjarðfrøði, og hevur við støði í brunnum boraðum á bretskum landgrunni arbeitt við at endurmynda hitalagsgongdina í einum jarðfrøðiligum øki millum Føroyar og Hetland. Hann vardi sína serritgerð ?Inverse Thermal Reconstruction & Organic Geochemistry in the Faeroe-Shetland Basin", og helt framløgu við heitinum ?The Hydrocarbon Potential in the Faeroe-Shetland area - in the light of the magmatic rifting in the North Atlantic". Hilmar Simonsen er 34 ára gamal, ættaður av Høgabóli, Saltangará.