Ov lítið pláss til parkeringsøki hevur noytt Lív at keypa part av grannaognini upp á Smyrilsvegi á Hálsi í Havn.
Tryggingarfelagið Lív og Atlantsflog eru í ferð við at byggja sítt nýggja Hilton Garden Inn Hotel, men hava rent seg í avbjóðingar. Orsøkin er, at kravið frá kommununi er, at eitt parkeringspláss skal byggjast fyri hvørt kamar í hotellinum. Hotellið skal eftir ætlan hava 130 kømur og tí skulu 130 parkeringspláss byggjast.
Tað er ikki rúm fyri 130 parkeringsplássum á grundøkinum, sum Lív og Atlantsflog keyptu til endamálið. Tí hevur felagið, sum byggir hotellið, avgjørt at keypa ein part av grannaognini eisini.
Grannaognina eigur P/f Miðlon. Millum eigararnar í P/f Miðlon eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, gjøgnum NM Holding, og Kaj Johannesen, nevndarlimur í Atlantsflog, gjøgnum P/f Enniberg.
Atlantsflog eigur 40% av partapeninginum í hotellinum, Lív eigur hini 60%.
Niels Mortensen sigur, at upprunaliga søkti hotellið um at sleppa at víkja frá kravinum um eitt parkeringspláss fyri hvørt kamar, men hesum sýtti kommunan. Hann sigur, at júst sambandið millum Atlantsflog og Miðlon, umvegis sín persón, var ein av orsøkunum til, at man helst vildi sleppa undan at keypa jørð frá Miðlon.
Kommunan sýtti tó umbønini, og so var eingin annar møguleiki at skaffa hotellinum neyðugu parkeringsplássini enn at keypa part av trøðini, sum liggur millum hotellið og Miðlon.
- Vit settu okkum tí í samband við tríggjar ymiskar meklarar fyri at finna út av, hvat var rættur prísur fyri jørðina. Tveir teirra komu við einum boðið, meðan tann triðji ikki hevði tíð, sigur hann.
Talan er um góðar 1.100 fermetrar. Annar meklarin virðismetti økið til 1,6 milliónir krónur, meðan hin virðismetti økið til 2,5 milliónir krónur.
- Vit í Miðlon samdust so við Lív um at selja ognina fyri lægra prísin, sigur Niels Mortensen.
Hann viðgongur, at støðan kann virka óheppin, men tað var eisini júst tí, at teir valdu at selja fyri lægra prísin. Hann sigur, at gjøgnum tilgongdina hava teir ongantíð dult fyri nøkrum, at teir bæði eru eigarar í Miðlon og nevndarlimir í Atlantsflog.
- Vit hava eisini kunnað landsstýrismannin í vinnumálum um málið, fyri at tryggja okkum, at alt er farið rætt fram alla tíðina, sigur Niels Mortensen.