Hin fyrsti túrurin...

Sosialurin var á fremstu røð, tá bilafylgi við ellisakførum koyrdi fyrsta almenna túrin gjøgnum tann lidna Vágatunnilin

VÁGATUNNILIN

Hin fyrsti túrurin undir júst opnaða Vágatunnilin gjørdi eitt bilafylgi við ellisakførum. Í teimum fremstu bilunum vóru innbodnir gestir við.
Bilafylgi taldi eisini bussar og onnur akfør, og saman koyrdu tey teir 4,9 kilometrarnar til Leynar og vendu í rundkoyringini.
Fremst í fylginum var ein Ford TT lastbilur. Hann er júst sama slag sum tann fyrsti bilurin, ið kom til Føroya í 1922. Tað er Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum, sum eigur hendan bilin umframt nógvar aðrar, harav fleiri eisini vóru í fylginum gjøgnum tunnilin.
Hans Elmar koyrdi sjálvur Ford TT lastbilin.
Tann næsti bilurin í røðini var ein Buick við m.a. løgmanni í. Síðani kom ein Bentley, Chevrolet Styline, ein Jaguar og hin sætti í røðini var aftur ein Ford hjá Hans Elmari. Hesin er frá 1931. Í teimum fyrstu bilunum sótu m.a. løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, ríkisumboðini, Birgit Klejst, umframt onnur.
Við í Ford TT lastbilinum var eisini Jens Kristian Vang frá Sosialinum, og vit lata hansara myndir leiða okkum gjøgnum kendasta tunnilin í Føroyum.