– Vit skulu ikki hava eina hitamiðstøð, har okkara ungdómur og framtíð er, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.
Hóast tað hevur ligið í kortunum síðani síðst í áttatiárunum, at hitamiðstøðin hjá Fjarhitafelagnum skuldi liggja í Klingruni í Hoyvík, so ber væl til at flyta hana í dag, sigur Annfinn Brekkstein, sum harvið legst aftur at teimum, sum halda at ein stór hitamiðstøð hevur einki at gera millum húsini í Hoyvík.
Frammanundan hava býráðslimirnir Tróndur Sigurðsson og Bogi Andreassen, sum eisini er næstformaður í nevndini fyri SEV, sagt seg vera ímóti at leggja hitamiðstøðina í Klingruna í Hoyvík.
– Hitamiðstøðin hoyrir ikki heima í Klingruni, sum er broytt til eitt øki við íbúðarbygging og eitt stað, har okkara ungdómur og harvið framtíð heldur til. Hitamiðstøðin hoyrir heima í einum ídnaðarøki, og eg peiki á økið á Sandvíkarhjalla, sigur Annfinn Brekkstein.
Býráðslimurin vísir á, at sitandi býráð hevur als ikki viðgjørt gomlu ætlanina at leggja hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík. Og hóast Fjarhitafelagið hevur arbeitt og gjørt íløgur út frá teimum fortreytum, at ein komandi hitamiðstøð fór at liggja har, so eigur tað at verða broytt.
– Kostar tað at flyta hitamiðstøðina inn á Sandvíkarhjalla, so mugu vit taka tað við. Vit kenna ikki kostnaðin og avleiðingarnar fyri íbúðarøkini, ið liggja beint upp at økinum í Klingruni, har ætlanin er at leggja hitamiðstøðina. Tað má eisini takast við í samlaðu myndina, sigur Annfinn Brekkstin.
Hoyr samrøðu við Annfinn Brekkstein við at trýsta á pílin undir myndini.