Vølund Varmeteknik, er ein partur av tí Svensku NIBE koncernini og er ein av teimum størstu framleiðaranum av hitapumpum í Europa, við egnari menningardeild og framleiðslu í Svøríki og aðrastaðni.
Kvøldið kemur at snúgva seg um Hitapumpur. Tosað verður um ymisk sløg av hitapumpum. Hvat merkir tað at ein hitapumpa er: vatn/vatn, luft/luft ella luft/vatn, hvussu hitapumpur eru uppbygdar, o.s.fr. eisini fer fyrilesturin at snúgva seg um, hvørjar sparingar ein kann gera við at fáa sær hitapumpu, ístaðin fyri tann vanliga oljuketilin. Eisini hvussu nógv reinari og betri gagnnýtt hendan orkan er.
Tað er tó ikki nøkur nýggj orkuskipan vit her tosa um. Í grannalandinum Svøríki hevur stór menning verið av hitapumpum í eini 20-30 ár. Og tær verða nýttar til upphiting av flest øllum sethúsum og størri íbúðarblokkum.
Við støðugt vaksandi oljuprísum og krøvum um reinari orku, eru hitapumpur alt meiri umtalaðar á okkara leiðum.