Herbergið og Tórshavnar kommuna hava nú sett upp hitastovu við Herbergið hjá Frelsunarherinum á Dalavegnum í Havn, sum nú er klár at taka ímóti fólki.
– Seinnapartin hava arbeiðsmenn hjá kommuni í samráð við Herbergið sett hitastovuna upp, soleiðis at brúkararnir longu í morgin hava eitt stað at koma og fáa heitan mat, skrivar Tórshavnar kommuna.
Og Martin Kúrberg, leiðari í Herberginum fegnast:
– Takk vit í Frelsunarherinum eru errin og fegin. Tá ið arbeitt verður saman henda stór ting. Her verður møguligt at fáa eina heita máltið í morgin, mikudagin.
– Harrin eigur æruna, og vit menniskju eru smá í hesum døgum, sigur Martin Kúrberg.
##med2##
##med3##
-->