Hiti kemur aftur í Pálshøll

Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Pálshøll, til ein varandi grøn loysn er funnin. 

 

Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.

 

Tað eru fleiri veitarar sum arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni.

 

Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs Kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Pálshøll, tá eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen.

 

Væntandi verður Pálshøll opin aftur í komandi viku. Lýst verður nærri her á heimasíðuni og á Facebook síðuni hjá Pálshøll, skrivar vagur.fo.