Tað er ov tíðliga at tosa um kreppu. Men tað er einki at liggja omaná, at gongdin higartil hjá bæði Víkingi og B36, sum sunnudagin hittast í Gøtu, ikki hevur verið, sum tað varð vónað og ætlað. Víkingur hevur ikki vunnið fimm tær seinastu ferðirnar, og B36 hevur ikki vunnið fýra tær seinastu ferðirnar.
Støðutalvan sigur, at stóri trupulleikin hjá Víkingi er, at tað gongur so illa at skjóta mál. Tólv mál í tíggju landskappingardystum var ikki gamalt í Sarpugerði!
– 3-0 í Runavík kundi bent á, at vit taptu stórt, men soleiðis kendu vit tað ikki. Tað var 1-0, inntil tað restaði ein lítil løta. Vit royndu at svara aftur, og so skrædnaði í hinum endanum, sigur miðverjin Atli Gregersen, sum heldur, at spælararnir vilja vísa góðan hugburð, men at tað kennist torført at síggja hetta í avrikunum.
Hjá Víkingi er tað smeitur, at miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus er skaddur.
Martin Pedersen verður ikki í B36 miðverjuni sunnudagin, tí hann er leikbannaður. Í grannadystinum ímóti HB sást, at B36 hevur trupulleikar í miðverjuni. Møguligur avloysari er Robert Heðin Brockie. Odmar Færø er á veg heim úr Skotlandi í summarfrí. Lukasz Cieslewicz var als ikki í hópinum ímóti HB. Tað er ivasamt, um hann verður við í Gøtu.
Fyrr í ár smurdi B36 Víking av í Gundadali, men síðani hevur tað verið soltið:
– Vit arbeiða hart og royna at spæla frítt, men trupulleikarnir eru, at vit gera mistøk í verjupartinum, og at vit ikki skora upp á møguleikarnar, sum vit spæla okkum til, sigur miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum eftir 3-3 ímóti HB fegnaðist um stigið, men samstundis iðraði seg um, at tað ikki hevði eydnast at fáa størri úrtøku burtur úr møguleikunum.