Leygarmorgunin var fylgið við Görani Person á flogi. Farið varð av tyrlupallinum í Havn til Suðuroyar. Tíðin var knøpp, so flogið varð beinleiðis í Hvannhaga. Men fyrst varð flogið inn eftir Trongisvágsfjørði og inn í Rangabotn fyri at vísa honum økið við kolaminunum.
- Í talu míni fyri gestunum í Klaksvík fríggjakvøldið greiddi eg eitt sindur frá um kolagrevsturin í Suðuroyar, har ein svensk aðalsdama um aldaskifti ár 1900 hevði rættindini til kolagrevstur. Tá komu nógvir sviar hendavegin at arbeiða, bæði sum handverkarar og sum kolanámsarbeiðarar, greiðir Jóannes Eidesgaard, løgmaður frá.
Í Suðuroy eru nógv eftirnøvn, sum stava frá hesum monnum, nøvn sum Persson, Carlsson, Viberg, Ågeson o. s. fr., sigur løg aður.
- Vit flugu so yvir um til norðraru síðuna og settu okkum niður har. Vit høvdu gjørt avtalu við Petur Karl av Rana um at greiða forsætisráðharranum frá um hagan, tí hann er frágera góður frásøgumaður, sigur Jóannes Eidesgaard.
Síðani gekk fylgið niður til vatnið í Hvannhaga og fingu har ein kaffimunn.
Har sóu tey eitt svenskt flagg, og vísti tað seg at verða ein føroyingur, sum lesur í Svøríki, sum saman við tveimum svenskum vinmonnum vóru farnir í hagan við tjaldi, og høvdu passað tað soleiðis, at sviarnir sluppu at hitta sín egna forsætismálaráðharra langt av landi skotnir í Føroyum.
Teir fingu eitt hugnaligt prát við Göran Persson og konuna Anitru Steen.
Eftir túrin í Hvannhaga fór ferðalagið aftur til Havna. Næst á skránni var ein arbeiðsdøgurði í Norðurlandahúsinum í Havn.
- Hetta var sjálvandi ein stuttur og skjótur túrur í føroyosku náttúruni, men eg haldi, at hetta gav teimum eitt gott innlit í føroysku náttúruna, sigur Jóannes Eidesgaard.