Hjá ÍF kann tað bara ganga ein veg

Undan kappingarbyrjan vóru teir dømdir til niðurflyting, og nú brúka fuglfirðingar døpru spádómarnar í stríðnum fyri at sleppa undan aftastu plássunum

Víkingur-ÍF 0-1 (0-1):


Fríggjakvøldið eydnaðist tað ÍF fyri fyrstu ferð í 28 ár at vinna landskappingardyst í Sarpugerði í Gøtu. Úrslitið var 1-0, og tað var miðvallarin Frank Poulsen, sum skoraði málið, tá ið ein hálvur tími var farin.

Frank fekk bóltin eitt sindur úr høgru, sneiddi framvið tveimum, og møguleikin sá út til at vera minkaður og næstan burtur, tá ið hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Bólturin streyk tó í málið, og eftir lokið stríð vísti tað seg at hava virði av trimum stigum.

Tað vóru møguleikar í báðum endum, men málverjarnir báðir – Andras Gango hjá ÍF og Geza Turi hjá Víkingi – vóru sannir brandar. Teir báðir syrgdu fyri, at tað ikki vórðu skorað væl fleiri mál.


Uppgerðin

Tað hevði verið so upplagt við yvirskriftini, sum segði, at David Jones kom, sá og sigraði. Men Liverpool maðurin, sum fuglfirðingar halda so nógv av, var ikki á ÍF beinkinum fríggjakvøldið. Arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss.

Tí er tað Roy Róin, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Jón Simonsen og Ábraham Løkin, ið hevði ábyrgdina, tá ið ÍF vann fyrsta landskappingardystin nakrantíð ímóti Víkingi:

- Vit eru sjálvandi ovurfegnir, og spælararnir eiga alt rós fyri fínt avrik. Eg haldi, at okkara vóru meiri tendraðir til grannauppgerðina, sum ikki var eyðkend av harðligum nærdystum og tí, sum tað kanska verður roknað við skal eyðkenna sovornar dystir, sigur ÍF venjarin.

Hvør var munurin á liðunum?

- Eg haldi, at okkara vóru meiri uppsettir, og eg haldi, at verjuparturin var góður. Tað hekk væl saman millum keturnar, og tað gjørdi tað alla tíðina, heldur Roy Róin, sum ikki dugir at siga, um tað verður hann ella David Jones, sum fer at hava ábyrgdina næstu ferð, tá ið Skála fer at vitja í Fuglafirði. Tað valdast um, hvussu tað verður við formliga loyvinum hjá David Jones.

Serliga fegin er venjarin um, at ein av ungu fuglfirðingunum átti síðsta fótin í málinum, sum bar sigurin við sær:

- Útlendingarnir hjálpa væl til, men tað hevur stóran týdning fyri Fuglafjørð og ÍF, at tað eru fuglfirðingar á liðnum. Frank Poulsen var yngsti maður millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur góð evni, og tað eigur at vera pláss fyri honum og øðrum fuglfirðingum, sum hava evni og áræði at spæla.


Uppskriftin

ÍF hevur seinastu árini ferðast nógv millum tvær tær bestu deildirnar. Og undan hesum kappingarárinum hevur verið roknað við, at ÍF er ein av fremstu kandidatunum at flyta niður.

- Tað hava vit noterað okkum, og vit hava sagt við spælararnar, at teir hava alt at vinna og einki at tapa. Málið er at sleppa undan niðurflytingini, og tað er langur vegur enn. Nú mugu vit hava fokus á næstu uppgávuni, og sjálvandi er tað hugaligari at venja, tá ið tað hesa ferð eydnaðist at vinna trý stig, sigur Roy Róin.

Kom sigurin óvart á tykkum?

- Tú fert altíð á vøllin fyri at fáa stig og vinna. Tá ið vit taptu í Gundadali ímóti B36, sá tað ikki so galið út. Ta ferðina vóru vit tó yvirspentir, og vit gjørdu nógv óneyðug fríspørk á hála vøllinum. Hesa ferð høvdu vit betri tak á okkum sjálvum, og tíbetur hilnaðist tað væl.