Hjálp, lættlivandi tónleikur er allastaðni!

Um tú ert á Kaldbaksvegnum við Sølvasa garterandi miðjaðara, íðan, tá lena teg afturá og slappa heilt av... hetta er Candle in the Wind”

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
------------------

Meðan Amnesty tosar við seg sjálvt um, hví tað ongantíð er ókey at brúka píning, sjálvt tá ið hon kann redda túsundatals av ósekum materialistum og “skeptikarum” undan tí vissa deyða, havi eg borið eyga á, hvussu øll hava lopið um hasa mest barbarisku praksisina: Rás 2-tónleikur í almennum rúmi!
Tað er nú ikki tað kaffihús, tann handil, hýruvognur, tannlækni ella hárfríðkanarstova, ið ikki er fongd við hesum tunnflótandi snori desainað at stilla alt medvit og gera teg fyribils heiladeyðan. Hetta er mestsum óstoppandi, og minka vit ikki um tess útlát við á leið 90 prosentum áðrenn 2020, verður jørðin ein mannleysur staður.
Tað krevur ógvusliga planlegging at smoyggja sær undan hesum Phil Collins og Dynamitt-domineraða vellingi, sum til dømis at krógva seg í eitt longri tíðarskeið og intensiva venjing frá veteranunum úr fronsku mótstøðurørsluni.
Og tá ið so, umsíðir, ein av hesum melodiunum halda uppat, og áðrenn tú klárar at hugsa “áh! endiliga ein skái”, fortelur hasin yvirglaði verturin í Rásarúminum tær, “halga sjey, sum tit kunna gleða tykkum til hópin av frálíkum tónleiki. Eg hopi forrestin, tit hava ein fantastiskan morgun, og um tú ert á hasum megalanga Kaldbaksvegnum við Sølvasa garterandi miðjaðara, íðan, tá lena teg afturá og slappa heilt av... hetta er Candle in the Wind.”

Tú veitst bara, at um ein jarðskjálvti rakti okkum, hevði himprandi verturin sagt “uppsadeysi, ja, tað skal eg líka lova fyri, Richter-stigin málar 8,3 í morgun, so óansæð um tú ert í ferð við at byggja eitt hús, ella liggur undir einum, so er tað mín vón, at tú fært ein yvirgóðan morgun við okkara legendarisku slagarum. Gloym heldur ikki Firmakappingina, ið kemur beint aftaná Hold The Line!”
Og alt hetta avbrotið av døgurðatilboðum og lýsingum um flogfrakt, lágorku-vindeygum og termorútum.
Skjótt fer kommunan at seta upp hátalarar í hvørjum avkróki. Vit fara at hoyra Eyðunsa klassikarar á hvørjari skurðstovu og hvørjum nevndarfundi hjá Eik, meðan kapellið fer at droppa “Hann ský til vagn man velja” til fyrimuns fyri Rás 2, við tí ivasomu avleiðing, at allur molevitturin av eini syrgjandi mannamúgvu fer at standa har í nakrar minuttir við “Knowing Me, Knowing You” og “I Am Flying” rungandi úr hátalaraanlegginum, fyri síðani at sleppa sær av við kistuna og rýma... skjótari enn tú klárar siga “Safari”.

Hetta er alt eitt úrslit av, at onkur hevur avgjørt, at hesin tónlistarligi køstur er populerur. Men tað er hann ikki. Nøkur fólk lata um seg ganga, tí at nýríkur miðborgarapoppur, um einki annað, altíð klárar at rura lurtaran í hálvkoma, har hin veruliga verðin ikki sleppur framat, og fungerar sostatt eins og morfin hjá teimum at fjara burtur til “Every Breath You Take”, og blídliga bíða eftir at doyggja.
Men fá fólk kunnu trúliga njóta hetta. Tað er jú tað sama hvønn hin einasta dag. Tú fert til dømis aldri hoyra nakran siga “Wauw, hoyrdi tú Rás 2 í morgun?”, av tí at tá hevði tú verið noyddur at fylgt tí upp við “Tú trýrt ikki, hvat hendi—Eyðun Klakkstein spældi eitt lag hjá Rick Astley.”
Tú kanst ikki eingong flokka tað sum longsulslyndi, tí eingin kann hugsa “Uuuh, frálíkt, Eyðun og steikirnar spæla “My Boy Lollipop”. Eg havi ikki hoyrt hann síðani tíggju minuttir í ellivu, og hon er næstan hálvgum tólv nú; hetta kann ikki passa, kann tað?”
Hendingaferð spæla tey Nina Simone, ella Suede, ella okkurt annað við einum ánilsi av tyngd ella seksualiteti. Tíverri ger hetta bara ringt verri, av tí at tey spæla tónleikin sum “fínur” bakgrundstónleikur; sovorðin sum tú hoyrir í elevatorunum í Fields, tá ið til dømis Suede er ætlað at vera elektriskt sum berur fanin.

Sjálvandi, tað eigur at standa fólki í boði at gera effinett tað, teimum lystir, men tá ið henda “festliga” ella táravætandi skræpa so treytaleyst, og uttan ávaring, verður grýtt at tær frá øllum hugsandi vinklum, so skjótt sum tú traðkar inn í almenna rúmið, endar tú í einum filosofiskum kjaki um frælsi og sosialistiska realismu, ið hevði hildið tann kritiska partin av Setrinum til í áratíggju, sum tey høvdu ætlað um moralsku fylgjuna av at, við makt, fáa tey at lurta eftir Chris de Burghsa “Lady in Bloody Red”.
Til tíðir, tá í tí kátara horninum, spæli eg eitt úrval av maniskum norðurlondonskum glamrokki, Fosca til dømis, ella indie-klassikaran hjá Stone Roses, ella okkurt hjá tí undurfulla Jacques Brel. Men eg hevði ongantíð í verðini skotið upp, at hetta nú eisini skal blásast inn í hvørt kaffihús, móttøku og goymsluhús.
Ókey, meðni, kanska hevði eg tað—skal eg vera heilt erligur. Men poengið er, at eg hevði ikki sloppið at gjørt tað.
Eg hugsi bara “neyðars medmenniskju, ið skulu lurta at hesum ein heilan dag, hvønn dag”. Stakkaladýrini kring fundarborðið hjá Eik høvdu heldur viljað stillað inn á Tannlækni FM, hvørs diskari sigur, “Minnist tú hesa lítlu framtonnina frá 1992, ein apsaluttur klassikari—vvvzzzzhhhhh vvvzzzzzvvzzzz.” Sum um tey ikki hava tað nóg ringt...

Einasti uggin er, at vit búgva í einum so evarska lítlum landi, tí annars høvdu aðrar útvarpsstøðir gjørt tað sama, enntá víðkað um sín lurtaraskara til hasi yvir 65. Tí tað er presiss soleiðis, einræði byrja.
Eg veddi uppá, at um tú spyrt onkran skápskommunist, um hvussu tað var í Sovjettsamveldinum í 1930, fært tú at vita, at har var ein ordiliga feit útvarpsstøð, sum spældi nøkur heilt fá tankaleys løg allan dagin tvørvegis bóndagarðarnar, og áðrenn tú visti av, var fólkið í transu við útvarpsvertinum murrandi: “Ókey, tað eru 27 minusgradir har úti, men legg onki í tað; og ert tú við at sálast av at arbeiða í einum saltnámi, sama ger, tí her er Everybody Hurts!”

Í veruleikanum er tað so, at eg slettis ikki havi hug at dáma tykkum. Tað er bara tað, at eg kann ikki bara mær at gera tað. Tí onkuntíð uppímillum er tað so óluksáliga herligt at lurta eftir onkrum eins tómum og innbakkin hjá Ólavi Rasmussen við so minimalum feministiskum paranoia, sum yvirhøvur til ber.