Kommunistastýrið í Pyongyang hevur kunngjørt, at tað megnar at loysa allar uppgávur sjálvt, og ti skulu allir útlendskir hjálparfelagsskapir gevast við arbeiði sínum har á nýggjárinum. Tey útlendsku hjálparfólkini, sum hava býtt matvørur út til fólk, hava fingið tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt fara tey undir annað arbeiði, ella mugu tey fara av landinum.
ST-matvørustovnurin WFP sigur, at umleið átta milliónir fólk ella ein triðingur av fólkinum í Norðurkorea hava ov lítið til matna. Fyri tíggju árum síðani varð landið rakt av ringari hungursneyð, sum eftir øllum at døma kravdi meiri enn tvær milliónir mannalív, og tey seinastu árini hava altjóða felagsskapir givið umleið seks milliónum norðurkoreanum mat.
Eysturríkski professarin Rudiger Frank, sum kennir Norðurkorea sera væl, sigur við týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung, at eftir hansara tykki er norðurkoreanska stjórnin komin til ta niðurstøðu, at tann politiski kostnaðurin av teirri útlendsku hjálpini er størri enn tað gagn, sum fólkið fær burtur úr henni. Við øðrum orðum verða tey vesturlendsku hjálparfólkini roknað sum møguligir njósnarar, og tí vil landið heldur hava hjálp úr Kina og Suðurkorea, men framvegis undir strongum eftirliti.
Aftan á nýggjár verða tað aftur hermenn og norðurkoreonsk hjálparfólk, sum fara at geva fólki mat, og endamálið við tí er at vísa fólkinum, at tað eru norðurkoreanar sjálvir, sum metta fólkið.
Eygleiðarar vestanfyri halda, at norðurkoreanska avgerðin kann hava samband við, at bæði ST og ES funnust hvassliga at landinum fyrr í ár. Í einari ES-frágreiðing stóð millum annað, at Norðurkorea brýtur mannarættindini, og at myndugleikarnir áttu at geva útlendskum hjálparfólki lættari atgongd til landið. Men atfinningarnar raktu eftir øllum at døma meint í Pyongyang, og nú kom svarið, skrivar Frankfurter Allgemeine Zeitung.