“Eg visti bara ikki av, at hesi tingini vóru til”
Høvuðsniðurstøðan av einari kanning, sum Ergoterapeutfelagið hevur staðið fyri, er, at eldri menniskju við niðursettum førleikum meta, at “einføld” hjálpartól, t.d. baðikrakkar, sokkaílatarir og rollatorar, gera tað lættari, ella gjørligt at gera ymiskt í gerandisdegnum. Turið Jacobsen gjørdi kanningina í sambandi við Masteruppgávu sína í heilsuvísindum. Kanningin varð stuðlað av høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
Kanningin vísti eisini, at:
· Fleiri fólk við tørvi á ávísum hjálpartólum vita ikki, at hesi hjálpartólini finnast.
· Fólk hava hjálpartól, sum ikki eru stillaði inn til teirra, sum tey ikki hava fingið vegleiðing í at brúka, ella sum tey ikki brúka.
· Nøkur eldri fólk, sum ikki klára at ganga úti og sakna tað, vilja ikki hava gonguhjálpartól.
· Fysiska umhvørvið, har sum hjálpartólið skal brúkast, hevur týdning fyri, hvussu hjálpartólið virkar.
Hjálpartól fremja sjálvbjargni
Útlendskar kanningar vísa, at hjálpartól gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum við niðursettum førleikum at gera gerandisaktivitetir, so at tey varðveita sjálvbjargni og førleikar. Hetta er fyrsta kanning av hjálpartólaveiting í Føroyum. Sambært Almannaverkinum (AV) fáa fólk eldri enn 67 ár ein stóran part av hjálpartólunum, sum tey veita.
Bæði føroysk og útlendsk gransking vísir, at eldri menniskju ynskja at vera sjálvbjargin, eisini tá førleikarnir versna. Ein gerst mangan ikki tilvitað um, hvussu sjálvsagt tað er at kunna gera ymiskt í gerandisdegnum, sum at halda hús, lata seg í og flyta seg inni og úti, fyrr enn tað blívur trupult, t.d. tá førleikarnir versna.
Hjálpartólabrúkarin skal takast uppá ráð frá byrjan til enda
ST samtyktin og tilmæli um hjálpartólaveiting staðfesta, at hjálpartólabrúkarin skal gera av, hvør hjálpartólaloysn er best. Tí verður dentur lagdur á, at hjálpartólaskipanir leggjast til rættis, so at brúkarin verður tikið uppá ráð í allari gongdini.
Hendan kanningin varð gjørd við einum kanningaramboði, sum er ment í evropiskum samstarvi til at finna tørv á hjálpartólum og til at kanna nyttuvirði av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá borgaranum. Luttakarirnir vórðu vitjaðir tríggjar ferðir. Fyrstu ferð fyri at finna tørv á hjálpartólum og søkja um tólini frá AV, aðru ferð, tá tólini vóru komin fyri at vegleiða í at nýta tey og stilla tey inn til brúkaran og triðju ferð uml. 3,5 mánaðir aftaná fyri at kanna, hvønn mun hjálpartólaveitingin hevði gjørt.
“Tað er so týdningarmikið, at mann fær kunning um, at hjálpartól, sum mann hevur tørv á, finnast.”
ST samtyktin og tilmæli siga, at hjálpartólaskipanirnar eiga at leggjast til rættis, so at fólk fáa kunning um hjálpartól, tá tey hava tørv á tí. Kanningin vísti, at tað kann vera tilvildarligt, um fólk, sum hava trupulleikar í gerandisdegnum, sum kunnu loysast við hjálpartólum, koma í samband við fakfólk, sum kunnu geva teimum kunning um hjálpartól. Eitt dømi var Diana í Puntabyrgi, sum eg hitti av tilvild, tá eg var í hennara grannalagi og vitjaði ein annan luttakara í verkætlanini. Diana hevði trupulleikar við rygginum og balansuni.
Diana og maðurin høvdu sjálvi funnið nakrar loysnir. T.d. høvdu tey keypt eina grípitong, maðurin hevði gjørt eitt baðikarsbretti og hevði lagað ein skriviborðsstól til, so at hon kundi sita niðri og gera ymiskt húsligt. Bæði Diana og maðurin undraðust á, at tað funnust hjálpartól, sum tey ikki vistu um og sum Diana hevði gagn av.
Diana hevði trupult við at flyta seg í songini og at koma í og úr songini. Songin hevði rammu. Tí kundi hon fáa eitt songargreb at seta á songarkantin umframt eitt silkilak at leggja á madrassuna. Diana hevði eisini trupult við at koma í og úr bilinum, so hon fekk eina snaripútu, sum ger tað lættari at koma í og úr bili.
“Øll trý hjálpartólini hjálpa mær nógv! Øll gomul fólk við trupulleikum sum eg áttu at havt sovorðin hjálpartól. Silkilakið ger, at eg glíði bara runt, tá eg skal venda mær og eg brúki songargrebið bæði tá eg flyti meg í songini og fari í og úr songini. Snaripútan til bilin ger tað lættari at koma í og úr bilinum.”
Hjálpartólið skal passa til persónin og umhvørvið
Gransking og tilmæli staðfesta, at um hjálpartólið ikki passar til persónin og umhvørvið, har tað skal brúkast, ger tað ikki røttu nyttuna, ella verður ikki brúkt.
Nakrir av luttakarunum í kanningini høvdu hjálpartól frammanundan, sum ikki vóru stillaði inn til teirra, sum tey ikki høvdu fingið vegleiðing í at brúka, ella ikki passaðu til tað, sum tey skuldu brúkast til. T.d. vóru baðikrakkar ikki stillaðir í hædd, so at persónurin illa kláraði at reisa seg. Ein luttakari fekk ikki farið í brúsu sjálv, tí at baðikrakkurin var ov lágur og einki var at halda í inni í brúsuni. Tá baðikrakkurin hevði fingið røttu hædd og hondtak var sett upp í brúsuna, kundi hon fara í brúsu sjálv. Nakrir luttakarir høvdu rollator, sum tey illa kundu flyta t.d. ein drekkamunn við. Tá tey fingu ein bakka, sum fæst sum “eykalutur” til rollatorin, kundu tey tað.
Í nøkrum førum kundu trupulleikarnar ikki loysast, tí at innrættingin í heiminum ikki loyvdi tí. M.a. kundu nøkur, sum høvdu trupulleikar at koma í og úr song, ikki fáa songargreb, tí tey høvdu skift songina við rammu um við song uttan rammu, har songargreb ikki kundi setast á.
“Skal eg hava rollator?”
Gransking vísir, at eldri menniskju mangan ikki vilja brúka rollator, hóast tað fleiri ferðir er staðfest, at ein rollator kann gera tað gjørligt at vera virkin og luttaka í samfelagnum. Tað kom eisini til sjóndar í hesari kanningini, har bæði kvinnur og menn ikki vildu vísa seg úti við rollatori, hóast tey saknaðu at ganga túrar, gera ørindi, fara til ymisk tiltøk v.m.
Regin Nolsøe vildi í fyrsta umfari hava stav og ikki rollator. Aftaná, at hann hevði fingið stavin frá AV og roynt hann, kom hann fram til, at hann var ov illa gongdur til at ganga úti við stavi og vildi royna ein rollator.
“Rollatorurin er óundveriligur! Eg gangi ein langan túr við honum hvønn dag. Eg klári bara at ganga eini 100 m ísenn, so tað er gott, at eg kann hvíla meg á setrinum. Tá eg fari við bussinum, taki eg rollatorin við. Umstøðurnar at ganga úti við rollatori gera tað tó trupult, vindur, óslætt lendi og kantar. Tað hevur tó so stóran týdning fyri meg at koma út at ganga, at eg geri tað avlíkavæl.”
“Eg brúki hjálpartólini hvønn dag”.
Ein vanligur trupulleiki hjá eldri fólki er, at tey fáa illa latið seg í um beinini, tí at tey hava trupult við at benda seg fram yvir.
Jansy Andreasen hevur ring knø, sum m.a. ger, at hon ikki fær boygt seg nóg mikið til, at hon fær latið seg í og úr sokkum og knýtt lissur. Tí plagdi maðurin at hjálpa henni við hesum. Hon fekk ein sokkaílatara, ein sokkaúrlatara og elastiskar lissur.
“Eg kann ikki unnvera sokkaílataran! Tað tekur eina løtu at lata meg í við honum, men tað ger einki, eg havi nokk av tíð. Tað er eisini so lætt at lata meg úr sokkunum við sokkaúrlataranum. Eisini tær elastisku lissurnar eru so góðar, tí at eg fái ikki boygt meg niður at knýta lissurnar. Tað ger tað so nógv lættari at lata meg í skógvar”
Í kanningini vóru 37 kvinnur og 15 menn. Kanningin varð gjørd í tíðarbilinum 13.03.2017 – 15.10.2017 í hesum økjunum: Suðuroy, Norðuroyggjar, Roðin (Nes, Runavík og Sjógv), Veks (Vestmanna og Kvivík) og Tórshavn. Turið Jacobsen savnaði dátu í Tórshavn og ergoterapeutar í hinum eldraøkjunum savnaðu dátu í teirra økjum.