Ein bóghvítuhvalur, sum gjørdi landgongd í Danmark í gjár, fekk hjálp til at sleppa útaftur. Bjargingarmenn hjálptu hvalinum av sandinum sunnan fyri Frederikshavn.
Tað hendir meiri enn so hesa tíðina á árinum, at einstakir hvalir gera landgongd í Danmark, men hetta er fyrstu ferð, at ein bóghvítuhvalur er funnin á strondini. Hetta hvalaslagið er heldur ikki vanligt í donskum sjógvi.
Skov- og Naturstyrelsen sigur, at hesin sami hvalurin varð sæddur fyri nøkrum døgum síðani, og nú umhugsar stýrið, hvussu tað skal hjálpa hvalinum, so hann ikki ger landgongd eina ferð afturat.