Hjúnarskilnaðurin harður fyri meg

- Eg fann nýggjan andaligan heimstað í katólsku kirkjuni og gavst sum deknur, sigur Gunnleyg Maria Arge við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.

- Í sváru tíðini eftir hjúnarskilnaðin fann eg nýggjan andaligan heimstað í katólsku kirkjuni og gavst sum deknur.

 

Tað sigur Føroya fyrsti kvinnuligi deknur, Gunnleyg Maria Arge, í samrøðu við Justinus Eidesgaard, sum skrivar um kirkjutænarar kring landið. Greinin um kvinnuna, sum er fødd hin 9. august í 1951 og er uppvaksin í Havn, kann lesast á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

 

Gunnleyg Maria Arge var deknur í Vesturkirkjuni í árunum 1980-1998. Hon byrjaði í Vesturkirkjuni sum skrivari hjá prestunum, og tá hon hevði verið í starvinum í ein mánaða, varð hon spurd, um hon eisini vildi verða deknur. 

 

- Tað var slett ikki vanligt tá, at kvinnur lósu, og eg bað um stundir at hugsa meg um. Eg leitaði í bøn næsta mánaðin, og tað var eitt skriftstað um tænastukvinnur, sum sannførdi meg, og eg kendi starvið sum eitt kall og segði ja. 

 

Gunnleyg Maria Arge sigur, at hon kendi eitt sindur av mótstøðu í fyrstani, men hon helt fram. Hon og Steingrím Niclasen deildust um deknastarvið og tóku tvær vikur í senn. 

 

- Deknastarvið var ein gáva frá Gudi, og tað hevði stóran týdning fyri meg, at eg var sett sum kvinna at vera deknur. Eg var glað fyri at vera deknur og eisini at arbeiða sum skrivari í Vesturkirkjuni. Men, lívið kom til at broytast, og einki varð soleiðis, sum eg hevði roknað við og vónað. 

 

Gunnleyg Maria Arge og maðurin Børge Klevang Pedersen giftust í 1970, og 30 ár seinni vórðu tey skild. Tey eiga trý børn og seks abba-og ommubørn. Børge býr í dag í USA. 

 

- Í sváru tíðini undir hjúnaðarskilnaðinum fann eg nýggjan andaligan heimstað í katólsku kirkjuni og gavst sum deknur. Fyri meg var hjúnaðarskilnaðurin svárur, og hesa tíðina kom eg nógv í katólsku kirkjuna, sum eg kendi frá barni av. 

 

Hon sigur, at nunnurnar og presturin Per Waagø vóru henni til stóra hjálp og styrk. 

 

- Eg varð rættiliga fangað av móðurskapinum og heilagleikanum í altargongdini, sum er so týdningarmikil í katólsku kirkjuni. Gud hevur givið mær sangrødd, og eg syngið allastaðni, eisini í Vesturkirkjuni, her eg var deknur í mong ár, sigur Gunnleyg Maria Arge.