Nicolina Jensen Beder
------
Tá ið eg hoyrdi samrøðuna við Derhard Olsen, prest, og svarið uppá spurningin um endurgiftu, samstundis sum hann segði frá, hvat ið hann annars ætlaði at brúka kirkjuna til, undraðist eg stórliga.
Nú vit hava fingið eina føroyska kirkju, skuldi tað verið eyðsæð, at tað var ein felags lóg fyri allar prestar. Í staðin er tað soleiðis vorðið, at ein næstan noyðist at spyrja, hvar presturin hevur fingið sína útbúgving. Dópurin er komin niður á eitt sunnudagsskúlastøðið og altargongdin á sama hátt.
6. mai 1999 skrivaði eg langa grein um hetta evni í Dimmalætting. Tað er somikið langt síðan, at eg fari at loyva mær at endurgeva brot úr hesum skrivi.
Fyri mongum árum síðani keypti eg mær tvær bøkur, onnur eitur »Ingeborg Appel og Askov« og hin eitur »Jacob Appel«. En mand og hans arv«. Hesi bæði vóru hjún og fyristøðufólk á Askov háskúla. Eitt fyrimyndarligt par, bæði gudrøkin og arbeiðssom. Dóttir teirra Margrethe Christiansen hevur skrivað bøkurnar út frá brøvunum, mamman og pápin høvdu skrivað hvørt til annan. Meðan Jacob Appel var stjóri á Sakov háskúla, var hann í tveimum førum minstari, fyrru ferð frá 1910-1913 og seinna ferðina frá 1920-1924. Hann var fyrst mentamálaráðharri, men í 1922 er hann eisini kirkjumálaráðharri. Meðan Jacob Appel var í Keypmannahavn, var Ingeborg stjóri á Askov háskúla. Jacob kundi við góðari samvitsku røkja starv sítt í ministeriinum, tí hann átti eina góða konu, eina megnar kvinnu. Tey vóru inniliga nær knýtt hvør at øðrum og skrivaðu hvørt kvøld brøv til hvønn annan og søgdu frá, hvat ið teimum hevði verið fyri gjøgnum dagin.
14. september 1921 var hjúnalagslógin fyri. Kirkjumálaráðharrin tá var J.C. - Jacob skrivar tá til Ingeborg: »Jeg er også imod, at skilsmisse gøres for vanskelig. Man er så ivrig efter at beskytte ægteskabet, at man glemmer, at det er en lykke, at der kan ske en opløsning af en forbindelse, som er en forbandelse« Um J.C. er annars ein nokk so góð lýsing: J.C. var det mest beskedne og personlige uegennyttigeste menneske man kunne tænke sig. Men magt ville han fordi han var sikker på, at det, som hann ville, var også det, Vorherre ville. J.C. framdi eisini kirkjuráðslógina 1922.
Um mammu sína og hjúnalagslógina greiðir Margrethe soleiðis frá: »Hun lærte os uden ord, at ægteskabsmening er, at de to skal hjælpe hinanden til at opfylde det, som var Guds mening med dem. Det mente hun vel også om forældrenes opgave overfor deres børn. Hvordan det skulle gøres, spekulerede hun derimod ikke på, det skete jo ved, at man tog børnene ind i alt, som var det vigtigeste for en selv. P.A. Fenger havde i sin bryllupstale til hendes forældre brugt ordet fra Gal. 6: »Bærer hverandres byrder og opfylder således Kristi lov«. Mor oplevede både sine forældres og i sit eget ægteskab, at dette er en grundlov i et kristent ægteskab, som kan bære og holde. Da der i 1912 skulle udformes et nyt ægteskabsritual, henvendte mor sig gennem Far til biskop P. Madsen og spurgte, om dette ord ikke kunde indføres der, og P. Madse talte personligt med Mor om det. Nu står der »Bærer hverandres byrder« som et nøgleord i ritualet forenet med ordene fra Kol. 3, som slutter således. »Og over alt dette skal i iføre Jer kærligheden, som er det fuldkomne bånd«. Det er noget andet end ordene fra ritualet fra 1987. »I hustruer underordner Jer med Jeres mænd» Jacob Appel gjørdist kirkjumálaráðharri 1922, tá var bispaval, og 5 biskuppar skuldu veljast. Út frá brøvunum kunnu vit lesa, at eisini har hava verið ymiskir trupulleikar. Hann skrivar millum annað: »Indre Mission vil nu lade slå på den store tromme m.h. bispevalget: - »Det er stadig galt med Indre Mission« ella »En fløj af Indre Mission med Pastor Moe i spidsen mener, at de kan få mig dømt ved rigsretten. Jacob Appel varð tó ikki koyrdur frá.
Her kunnu vit lesa, at til ber at broyta brúdleypsritualið uttan nakað hóvasták. Hví so ikki finna eitt felags stev í Føroyum? Um eg hevði rátt fyri borgum skuldi vígsluritualið verið sera einkult. Prestar skuldu spurt, elska tit hvønn annan? biðji fyri teimum, at hjúnabandið mátti eydnast og vælsignað tey. At prestur ikki skal kunna signa tey, uttan at tey lova at halda saman alt lívið, er púra burtur við. Har eri eg heilt samd við Jacob Appel. At gera eina lóg um at elska hvønn annan, ber ikki til. Vit ið vórðu eydnusom í okkara hjúnalagi, kunnu takka Gudi, uttan at leggja fót fyri onnur.