Hjáveiðn skal gagnnýtast

Atlantsfarið er í løtuni í Noreg, har skipið verður innrættað til at kunna gagnnýta hjáveiðuna í ídnaðarveiðuni

Allur tann matfiskur, sum Atlantsfarið fær saman við ídnaðarfiskinum skal nú gagnnýtast. Reiðarin roknar við, at tað kann geva eitt hampiligt peningaligt íkast.
Umborð á Atlantsfarinum úr Miðvági fara teir nú at gera nakað við ta hjáveiðuna, sum er, tá roynt verður eftir ídnaðarfiski. Ikki soleiðis, sum onkru vil halda vera rættast, at seta rist í, so fiskurin ikki kemur á dekkið. Men heldur soleiðis, at fiskurin, tá hann er komin á dekkið, verður fingin til høldar sum matfiskur og tískil kann geva nógv betri prís enn ídnaðarfiskurin.
Onkur hevur mælt til, at hesi skipini fá sær rist í trolið fyri at minka um hjáveiðuna. Men tí vísa ídnaðamenninir aftur við teirri grundgeving, at teknist er tað ikki nøkur brúkilig loysn.
Dánjal Johansen, reiðari á Atlantsfarinum, sigur, at tað, sum nú verður gjørt við skipið í Noreg, er, at ein skipan, sum skilir tann smáa ídnaðarfiskin frá tí størra fiskinum, sum kann vera eitt nú upsi ella havtaksa, verður sett á dekkið, har fiskurin kemur niður, tá hann verður pumpaður úr trolinum. Tann smái ídnðarfiskurin fer so beinleiðis í tangarnar har afturi, og tann størri fiskurin verður fluttur fram á dekkið, har ein bygningu er gjørdur, sum tvær kryvjimaskinur eru settar í. Har verður fiskurin so hagreiddur og koyrdur i tann fremsta tangan, sum er tikin frá til at goyma ísfisk í.
Prísmunurin er rættiliga stórur, sigur Dánjal Johansen. Í fjør var prísurin fyri ídnaðarfiskin 80 til 90 oyru í meðan. Men norðmenn, sum skiltu frá, fingu úr kr. 4,80 og upp í níggju krónur fyri upsa.
Hann sigur frá norkum skipara, sum hevur skilt hjáveiðuna frá í eina tíð, at í fjør fingu teir millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka fyri tann fiskin. Tað var á leið fyri oljunýtslu, segði hann.
Hendan útbyggingin skuldi taka einar seks vikur, sigur reiðarin, og ætlandi skal Atlantsfarið vera klárt aftur til fiskiskap um hálvan mars.
Atlantsfarið fiskar av ídnaðarkvotuni, sum føroyingar eiga i Norðsjónum. Har er ein loyvd hjáveiða upp á 20 prosent. Reiðarin sigur, at skulu skipini fiska í norskum sjógvi, er tað eitt krav, at hendan hjáveiðan verður fingin til høldar sum matfiskur.
Spurdur hví Atlantsfarið ikki fer á svartkjaftaveiðu vestan fyri, har hini stóru skipini eru, sigur Dánjal Johansen, at tað hevur skipið ikki maskinorku til. Atlantsfarið ehvur 2.094 HK maskinu. til smanberingar kann Nevnast, at Finnur Fríði fríði hevur