Hjalgrím – dag fyri dag

Stórur áhugi var alt vikuskiftið fyri ætlaða skiftinum hjá Hjalgrími Elttør til KÍ. Skiftið varð at enda veruleiki, men tað tók sína tíð, áðrenn partarnir at enda samdust um, hvussu hetta skuldi fara fram. Niðanfyri er tað, sum portalurin hevði á sínum loggi um Hjalgrím Elttør hetta vikuskiftið

Fríggjakvøldið: Í leysum lofti

Tað er follið NSÍ fyri bróstið, at Hjalgrim Elttør og KÍ hava skrivað undir sáttmála.

Spælarin hevur í vikuni gjørt greitt fyri NSÍ, at hann ynskir at sleppa úr sáttmálanum, tí hann metir ikki, at treytirnar í hesum eru hildnar.

Og mikukvøldið skrivaðu hann og KÍ undir sáttmála, sum varð sendur FSF til góðkenningar.

Hetta meta runavíkingar er brot á reglurnar.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at KÍ skrivar sáttmála við ein av okkara spælarum, uttan at vit vita av tí, sigur Andreas Lamhauge, formaður í NSÍ.

Hann sigur, at felagið gekk ikki ynskinum frá Hjalgrími Elttør á møti, og tí meta teir, at hann framvegis er bundin at felagnum.

Men spælarin sigur, at treytirnar í sáttmálanum ikki eru hildnar. Hevur Hjalgrím Elttør fingið ta løn, sum hann eigur at fáa?

- Tað er eingin loyna, at fleiri feløg í dag hava ilt við at røkja sínar skyldur. Men pr. dags dato skylda vit ikki Hjalgrími nakað, sigur Andreas Lamhauge.

Og hann leggur afturat at, at KÍ fleiri ferðir hevur tosað við spælaran, og at NSÍ eisini er misnøgt um, at tað er skrivstovan hjá FSF - og ikki Kappingarnevndin - sum hevur avgreitt málið. Men eru boðini av skrivstovuni, at tað hava tey alla heimild til.


Í KÍ sigur Fríðin Ziskason formaður, at tað er spælarin, sum er komin til teirra, og tí meta teir seg hava slætt borð í málinum.


Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Hjalgrími sjálvum beint nú. Hann venur - við KÍ.


---


Leygarkvøldið: Semingsroynd


Umboð fyri KÍ og NSÍ fara í kvøld á fund við FSF, sum vil royna seming í málinum um spæliloyvið á hjá Hjalgrím Elttør

Enn er ikki greitt, um Hjalgrím Elttør er partur av hópinum hjá KÍ, sum í morgin skal spæla móti 07 Vestur.


Enn hevur NSÍ noktað fyri at útflýggja spæliloyvið, og teir halda fast við, at KÍ hevur roynt at gera sáttmála við spælara, sum er sáttmálabundin.


Í KÍ meta tey seg einki hava gjørt. Har verður sagt, at teimum kunnugt hevur spælarin sagt sáttmálan upp sambært grein 16, stk. 2 í standard-reglugerðini fyri spælarasáttmálar.

Har stendur, at hevur annar parturin mishildið sínar skyldur munandi, kann hin parturin siga sáttmálan upp beinanvegin.


Sum skilst hevur trupulleikin verið, at Hjalgrím Elttør ikki hevur fingið lønina, sum hann átti sambært sáttmálanum, og tí hevur hann gjørt nýtslu av møguleikanum at siga sáttmálan upp.

Hetta gjørdi hann fyrr í vikuni. Síðani hevur NSÍ flutt lønina, tí í gjár segði formaðurin, Andreas Lamhauge, at teir ikki skyldaðu spælaranum eina krónu. Reglurnar um uppsøgn siga tó, at hendan fær gildi alt fyri eitt, og tí meta Hjalgrím Elttør og KÍ, at sáttmálin varð settur úr gildi, tá spælarin hevði latið felagnum sína uppsøgn.


---


Sunnumorgunin: Keyptur leysur


Semjufundurin millum NSÍ og KÍ í gjárkvøldið endaði við, at KÍ hevur keypt spælaran leysan úr sáttmála sínum

NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at semingsfundurin í FSF-húsinum í gjárkvøldið vardi til klokkan hálvgum tvey í nátt.

Einki verður sagt um, hvør upphæddin er, sum KÍ skal rinda, men NSÍ skrivar so, at avtala er gjørd um, at Hjalgrím Elttør nú skiftir til KÍ.


Hjalgrím hevði annars sagt sáttmálan við NSÍ upp, tí hann metti ikki, at treytirnar í hesum vórðu hildnar. Eftir hetta gjørdi KÍ sáttmála við spælaran, men NSÍ noktaði at útfylla spæliloyvið, tí teir mettu seg hava pappír upp á spælaran. Og tí teir mettu, at KÍ hevði roynt at fáa fatur á sáttmálabundnum spælara.


Alla vikuna hevur Hjalgrím annars vant við KÍ, og nú er so greitt, at hann kann verða partur av hópinum, sum í dag spælir á útivølli móti 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri lívinum í Vodafone-deildini.