Hjalgrím Elttør til NSÍ

NSÍ hevur gjørt sáttmála við Hjalgrím Elttør fyri komandi kappingarár. Hetta váttar Andreas Lamhauge, formaður. Sostatt eru runavíkingar væl fyri í álopspartinum. Teir hava eisini fingið tilgongd av Jónhard Fredriksberg og Anderson. Hjalgrím spælir í álopinum ella sum álopsinnaður miðvallari mitt fyri ella úti í síðunum
Hóast teir nú hava styrkt seg við fimm spælarum, kunnu vit vænta okkum, at NSÍ er at styrkja hópin enn meira.
- Eg kann siga so mikið sum, at hetta verður ikki síðsti nýggi spælarin. Vit hava enn ikki fingið fatur í verjuleikaranum, sum vit hava brúk fyri, sigur Andreas Lamhauge.