– Nei, altso, tað verður lagt øðiliga stóran dent á, at mann ikki selur tað, sum mann gramsar
– Ok?
– Nei, nei, at mann letur onkran fáa tað, sum treingir til, tað er nakað annað
- - -
Fyri meg var lívið til skips ein fremmandur heimur, ið eg ongantíð áður hevði upplivað. Hesin heimur var heilt øðrvísi, enn eg hevði ímyndað mær, og kortini so líkur mentanini á landi.
Kapitalisma og innløgumentanin
Høvuðsgrundin til, at eg valdi at fara við Skálabergi, var, at skipið tá var ein av nýggjastu og mest nýmótans trolarunum í føroyska flotanum. Skipið var sniðgivið sum eitt effektivt veiðiamboð eftir toski og hýsu, samstundis sum tað eisini skuldi framleiða eina lidna vøru til heimsmarknaðin. Konseptið var bygt á eina kapitalistiska marknaðarhugsjón, sum í stuttum snýr seg um at framleiða eina vøru fyri minst møguligan kostnað til hægst møguligan prís á marknaðinum.
Sum partur av dagvaktini á fabrikkini arbeiddi eg við at pakka flak, og tað var skjótt, at eg føldi meg sum ein part av manningini. Við at tosa við manningina, arbeiða, eygleiða og lurta lærdi eg um virksemið og mentanina umborð á Skálabergi. Eg legði til merkis, at ein nokkso stórur partur av frítíðarvirkseminum umborð snúði seg um at viðgera og røkta turkaðan fisk. At turka fisk er ein partur av føroysku matmentanini, ið eisini umfatar seyðahald, grindarakstur, at fara á flot, veiða fugl o.a. Hendan matmentanin er ikki innlimað í kapitalistisku marknaðarmentanina, men er ístaðin partur av siðbundna naturalbúskapinum, ella sokallaðu innløgumentanini. Fremsta uppgáva hennara er at framleiða og býta matvørur og tænastur til egið og onnur húsarhald, ið brotið av samrøðuni í byrjanini á greinini eisini vísir á.
Skipið skifti skap
Stutt eftir at vit vóru komin á fiskileið, legði eg til merkis, at skipið skifti skap. Alt rimaverk og útstandandi partar av skipinum varð skjótt hult av fiski, og á dekkinum undir brúnni vórðu línur strektar, soleiðis at fiskur eisini kundi heingjast upp til turkingar har. Sum landkrabbi hevði eg ongantíð áður eygleitt ella verið við í tílíkum virksemi, og eg fór tí at forvitnast eftir, hvat búði undir hesum fyri meg fremmanda atburði hjá manningini.
Ein dagin spyr skiparin meg, um eg kundi hugsað mær at fingið turran fisk heim við aftur. Eg svaraði, at tað vildi eg fegin, og at eg eisini kundi hugsað mær at fingið upplæring í at virka turran fisk. Skiparin hevði frammanundan gjørt avtalu við ein av manningini, og saman fóru vit í fabrikkina fyri at velja fløk út. Tað var tann minsta støddin av fløkum, ið var best egnað til at turka. Eg lærdi at greipa fløkini við at skera hol í stertin og knýta tvey og tvey fløk saman. Tá hetta var gjørt, bóru vit greipurnar upp á dekk og hongdu tær í felag á snórin undir brúnni.
Í samrøðum eg seinni havi havt við heimildarmenn, hava teir millum annað greitt nærri frá um røkting av turrum fiski umborð á Skálaberg. Ein teirra sigur soleiðis:
– Annars eru teir stóru hjallarnir, teir brúka afturi á reyv, sera góðir. Har hanga fløkini í sjórokinum og fáa ein serligan smakk.
Við øðrum orðum hevur tað týdning fyri góðskuna á fiskinum, hvar á skipinum greipurnar hanga, og økið undir brúnni er ikki eins vælegnað og økið afturi á reyv, tí har »hanga tey meir ella minni undir dekk í turrum«, sum sami maður tók til. Tey turkaði fløkini vóru partur av tí sokallaða gramsinum, ið er fiskur, ið mannskapið tekur heim við til húsarhaldið eftir loknan túr. Umframt turran fisk, hevði mannskapið eisini rætt til at fáa ræstan fisk, fryst toskaflak, umframt feskar kjálkar og lippur. Ræsti fiskurin varð hongdur upp og røktaður í felag í arbeiðstíðini, frysta flakið varð eisini virkað í arbeiðstíðini, meðan turri fiskurin varð røktaður í frítíðini. Umframt hetta hevði mannskapið rætt til at skera kjálkar og lippur í frítíðini. Skiparin hevði gjørt neyvar ásetingar fyri, hvussu nógv grams av frystum flaki og turrum og røstum fiski, hvør maður hevði rætt til at fáa heim við.
Ein fremmand mentan?
Útgangsstøði fyri granskingini í einhvørjari mentan er at skilja og greina, hvat fólk flest eru upptikin av, hvat tað er, sum gongur fyri seg, og hví tað er so. Og hetta gerst best, tá granskarin sjálvur livir seg inn í umstøðurnar hjá teimum, ið kannast skulu. Høvuðsorsøkin til, at eg valdi Skálaberg sum case (sí faktaboks), tá eg skuldi kanna mentanina á havinum, var, at nýmótans Skálaberg var ein týðandi ímynd av, hvussu framkomin føroyska fiskivinnan var blivin, samstundis sum skipið eisini var eitt bindilið til søguliga fjarfiskiskapin.
Nakað av søguligum og siðsøguligum tilfari er skrivað um lívið umborð á føroysku fiskiskipum, t.d. hevur Jóan Pauli Joensen lýst lívið umborð á føroysku sluppunum, men gerandislív umborð á fiskiskipum í nýggjari tíð er ikki væl lýst í granskingarhøpi. Eitt endamál við granskingini hevur tí verið at lýsa og greina hesa mentanina, ið fyri ein stóran part av Føroya fólki er eins ókend og nógvar fremmandar mentanir, hóast hon fyllir nógv í føroyska samleikanum. Við at lýsa gerandislívið umborð á Skálaberg ber til at fáa fram tey motiv og virði, ið liggja aftan fyri virksemið hjá manningini. Sum granskari havi eg t.d. verið áhugað í at avdúka, hvat frásøgnin um grams er dømi um, og tað er bert manningin, ið kann seta orð á, hvat gongur fyri seg, og hvønn týdning teir leggja í tílíkt virksemi.
Er Skálaberg ein tvørsøgn?
Túrurin við Skálabergi var kveikjandi fyri granskingararbeiðið og gav mær smakk fyri sjólívinum. Ein niðurstøða frá kanningarferðini er, at tað at síggja til eru nøkur mótstríðandi motiv og virði, ið gera tað áhugavert at granska mentanina umborð á føroyskum fiskiskipum nærri – tí hvussu ber tað til, at virksemi. knýtt at so ymiskum hugsjónum, hevur fingið innivist umborð á føroyskum fiskiskipum, og at bæði manning, skipari og reiðarí hava eina felags fatan av, at grams er ein natúrligur partur av mentanini umborð á nýmótans fiskiskipum? Sum granskari og manning umborð á Skálaberg undraðist eg á hendan spurningin og setti mær fyri at kanna hann nærri.