Hjálmar er ársins amboðsíðkari hjá monnum

Fimleikagalla er í Bylgjuni í Runavík í kvøld, og her verða fleiri fimleikarar heiðraðir.

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.

Fyrsti heiðurin er longu latin, og tað var Hjálmar Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag, sum gjørdist Ársins amboðsíðkari hjá monnum 2022.

 

- Um tað er ein føroyskur fimleikari, sum kann sigast at hava náttúrtalent innan fimleik, so er tað hann. Roynir hann nakað nýtt, megnar hann tað altíð eftir heilt fáar royndir. Hetta talentið bakkar hann eisini upp við hørðum og miðvísum arbeiði, og alt verður víst fram við góðum kappingarúrslitum.

 

Hann vann All-around til seinasta FM og er eisini millum bestu fimleikarar í Norðurlondum í rekk.

 

- Vinnari sum Ársins amboðsíðkari hjá monnum 2022 er Hjálmar Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag, frætta vit úr Bylgjuni í Runavík kvøld.

 

##med2##

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.