Hjalmar og Mark skulu venja U20-landsliðið

HSF hevur í dag gjørt avtalu við Mark Lausen-Marcher og Hjalmar Klein Olsen, um at hava ábyrgdina av U20-landsliðnum hjá monnum, sum skal til EM-kapping í Makedonia í juli í 2018.

 

Mark Lausen-Marcher verður høvuðsvenjari og Hjalmar Klein Olsen verður hjálparvenjari.

 

Nýggja venjaratoymið fer í næstum at kunngera ein bruttohóp og eina virksemisætlan.

 

Mark Lausen-Marcher kom til Føroya í 2015 og skuldi upprunaliga bara vera ungdómsvenjari hjá H71. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at hann ikki var heilt eiðasørur sum spælari, so hann gjørdist at enda partur av spælandi hópinum. Í løtuni er hann høvuðsungdómsvenjari í H71, eins og at hann spælir við besta liðnum hjá felagnum.

 

Hann var eisini venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í summar luttók í European Open í Svøríki.

 

Hjalmar Klein-Olsen hevur verið virkin sum venjari í nógv ár, millum annað hjá besta mansliðnum hjá Kyndli og VÍF. Hann er í løtuni hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF.