Slóðbrótandi ætlanin hjá Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík við samrøðubólki fyri børn, ið stúra og sakna í einsemi eftir, at foreldrini eru farin frá hvør øðrum , gongur væl. Tað staðfestir Skúlablaðið í morgun
Skúlin á Løgmannabreyt heldur, at tað er umráðandi hjá foreldrunum at vita, at alstórur dentur lagdur á tagnarskyldu í bólkinum. - Eingin spyr børnini um nakað navn, men øll kunnu spyrja um ávíst evni, ið verður viðgjørt tann dagin, bólkurin er savnaður.
Samrøðubólkurin í skúlanum byrjaði eftir heystfrítíðina í fjør heyst. Hann var ætlaður eldru næmingunum við seks næmingum í bólkinum. Tey hittust eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 10 vikur, tveir tímar hvørja ferð.
Kala Rajani, heilsufrøðingur, og Sigrid Thomassen, AKT-lærari, atferð, kontakt og trivnaður, skipaðu og leiddu bólkin.
- Í einum samrøðubólki hittast børn og ung, ið hava tað til felags, at mamma og pápi eru farin hvør til sítt. Her kunnu tey røða um tankar og kenslur og geva hvør øðrum góð ráð. Tey eru saman við vaksnum, ið taka ymisk viðkomandi evni fyri skilnaðarbørn upp, og her kanst tú fáa hjálp og stuðul.
At foreldur fara frá hvør øðrum er vorðið rættiliga vanligt. Tað vísir seg, at nógv børn eru tyngd av skilnaðinum hjá foreldrunum og stúra og sakna. - Hjá summum er torført at skilja, at foreldrini ikki vilja búgva saman longur, og nógvir tankar og spurningar taka seg upp: Kann eg halda fram í sama skúla? Kann eg halda fram við mínum frítíðarítrivum? Hvar skal eg halda jól, føðingardag og summarferiu? Og hvat geri eg, um mær leingist eftir mammu, tá ið eg eri hjá pápa, og pápa, tá ið eg eri hjá mammu?
|