B68 hevur longt sáttmálan við miðverjan, Hjalta Strømsten, so hann nú eisini er galdandi fyri 2024. Miðverjin hevur spælt við B68 seinastu trý kappingarárini.
Á Toftum hava tey fyrireikað seg til komandi kappingarár. Fleiri sáttmálar eru komnir upp á pláss og felagið hevur longt við spælarar sum Áka Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríða í Túni Petersen, Hjarnar Johansen, Tórð Thomsen, Ragnar Samuelsen og Alex Mellemgaard, umframt tey trý brøðrapørini, Esmar og Karstin Clementsen, Villiam Emil og Bartal Páll Klein, og Aleksandur og Bárður Ó. Jensen.
Tað er eisini greitt at danski málverjin, Benjamin Schubert, ikki heldur fram í felagnum. Nýggjur málverji í hópinum veðrur Terji Þór Brynjarsson.