- Í somu løtu, sum vit seta okkum fyri at gera nakað, tá vit síggja, at stovnurin er illa fyri, loysast eisini trupulleikarnir í Bretlandi, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Hjalti í Jákupsstovu, sum hevur verið leiðari á Fiskirannsóknarstovuni í mong ár, sigur, at sjálvandi hevur eitt ávíst trýst ligið á Havstovuni, nú bretskar handilsketur ikki vilja keypa føroyska hýsa, tí mett verður ikki, at føroyska hýsuveiðan er burðardygg.
Bretskar handilsketur byggja sína avgerð á tað, sum havgranskingarstovnurin ICES sigur.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tað er ikki Havstovan sum sigur, hvat ICES skal halda um okkara fiskiveiði.
Hann vísir á, at Havstovan letur ICES tey data, sum stovnurin savnar við yngulkanningum, yvirlitstrolingum og gróðurkanningum, og síðan sita dugnaligir og høgt mettir fiskifrøðingar úr ymiskum londum og gera sínar niðurstøður.
- Tað er tí skeivt at siga, at tað er Havstovan, sum sigur ICES, hvørjar teirra metingar skulu vera av fiskastovnunum í føroyskum sjógvi, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Hann leggur aftrat, at um Havstovan gerst ein nikkudukka hjá vinnuni og politisku myndugleikunum í Føroyum, kemur umheimurin slett ikki at hava álit á tí arbeiði, sum stovnurin ger.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tað einasta, sum føroyingar kunnu gera, nú føroysk hýsa er fyri stongsli í Bretlandi, er at lurta eftir fiskifrøðini.
- Í somu løtu, sum vit seta okkum fyri at gera nakað, tá vit síggja, at stovnurin er illa fyri, loysast eisini slíkir trupulleikar í Bretlandi. Vit mugu gera okkum ein veiðisetning í slíkum føri sum ger, at fiskastovnurin ikki verður niðurfiskaður, sigur Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur.