Hjarnar í The Times

Rockbólkurin Hjarnar, sum skal á pallin á Summarfestivalinum í kvøld, hevur fingið vitjan av enska journalistinum Tim Webb frá stóra blaðnum The Times. Hann er flogin allan vegin til Føroyar í sambandi við eina grein, sum hann skrivar um gittarleikaran hjá Hjarnum, Graham Stewart.

 

Eina ferð um vikuna hava tey í The Times ein teig, sum tey rópa ”At leisure”. Tá verður ein øðrvísi vangamynd gjørd av einum stjóra í Stóra Bretlandi, og um nakrar vikur verður tað so Graham Stewart, ið er stjóri hjá oljufelagnum Faroe Petroleum.

 

Tá journalisturin hjá The Times hoyrdi, at Graham hevur sera stóran áhuga fyri tónleiki, og at hann skuldi spæla saman við sínum gamla rock-orkestri á Summarfestivalinum, varð flogseðilin til Føroya beinanvegin bílagdur.

 

-Ti tað er er ikki so vanligt at stjórar spæla rock. Tað mest vanliga er at teir spæla golf, tennis ella fiska, fortelur Tim Webb.

 

The Times hevur eitt upplag upp á umleið 450.000.