Einki varð tikið frá Williami Heinesen, tá tey seks nýlærdu frá Odense Teaterskole, søgdu søguna ?Sjælen? og lósu yrkingar hjá William Heinesen upp í Gamla Meiarínum mikukvøldið. Tað var serliga søgufrásøgnin, ið var ein blandingur av leiki og frásøgn, ið var væl eydnað. Í byrjanini helt tú kanska, at tú var komin skeivt, tá orðaskiftið snúði seg um skógir og dollarar ? hetta eru ikki vanligu karmarnir um søgurnar hjá Heinesen ? haraftrat hvarv eyðkenda tonalagið av og á. Tónalagið, sum hoyrist í gjøgnum skrivingina hjá Williami Heinesen, óansæð um tú nakrantíð hevur hoyrt hann tosa. Hetta skrivingarlagið, ið er so livandi, at tú kanst ímynda tær rithøvundin sita og siga frá, tá tú lesur hansara søgur, er ringt at endurskapa í einum leiki við beinleiðis talu.
Men tað megnaðu tey seks á pallinum. Søgan ?Sjælen? varð søgd bæði í frásøgn og beinleiðis talu, og hóast at tað í byrjanini kundi tykjast, sum bleiv Heinesen vekk, kendist hesin framsøguháttur alt meira nattúrligur sum fráleið, og gav søguni ein nærleika, sum var hjartanemandi. Hetta serliga tí Annfinnur Heinesen, ið var Leo, við rødd og andlitsbráði vísti erligan og húðleyst naivan kærleika til gentuna, sum Leo hevur forelskað seg í. Væl vand skift millum frásøgn og beinleiðis talu gav somuleiðis søguni lív og nærleika. Upplesturin av yrkingum gav ein stemmning av William Heinesen, men tað vóru ikki tær, sum sótu eftir í huganum, tá framførslan var av.
Søgan
Lívið, deyðin og kærleikin eru alfevnandi evnini í søguni ?Sjælen? hjá Williami Heinesen.
?Sjælen? snýr seg um ein ungan mann, Leo, ið er langt heimanífrá. Hann hevur verið deyðanum nær og livir á eggini kensluliga. Lívið sær annaleiðis út, enn tað gjørdi, áðrenn hann gjørdist sjúkur. Tað ávirkar hann á tann hátt, at hann er seg sjálvan ? vil ikki lata sum hann er betur, enn hann er, eins og hann ikki leggur hald á sínar kenslur, tá ið hann hittir eina unga gentu, sum hann forelskar seg í. Hann sær sál hennara í teimum gráu eygunum, eins og hann minnist seg hava sæð sálina hjá mammuni í hennara eygum, tá ið hon livdi ? og gentan hevur somu gráu eygu sum mamman ? gentan er lívsins gáva, og hann kennir seg vera komnan aftur til lívið.
Hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, framgongur tað av samrøðuni teirra millum, at gentan er skøkja, og hon sigur ikki sannleikan um, hvør hon er. Hann veit, at hon ikki talar satt, men leggur einki í tað - hann elskar hana og kennir, at nú er hann komin yvirum ? hann livur ikki longur har úti á eggini, sum hann gjørdi, eftir, at sá í eygunu á deyðanum. Alt brestir tó, tí hon heldur ikki, at hon er nóg góð til hann og rýmir.
Søgan gongur fyri seg í New Foundlandi og er helst einasta søga, sum Heinesen hevur skrivað, sum ikki hevur rammur í Føroyum. Summi vilja vera við, at Heinesen við søguni ímyndar sær, hvussu lívið og møtið við kærleikan kann hava verið fyri beiggja sín, sum flutti av landinum í ungum aldri.
Framførslan er ikki ein leikur og heldur ikki ein frásøgn. Fýra leikarir siga frá søguni og tvey tala beinleiðis - við andlitsbráði og rødd vísa tey, hvussu tey tulka kenslurnar hjá persónunum í søguni.
Frásøgnin gevur persónliga uppliving
Hugskotið til framførsluna av søgu og yrkingum hjá William Heinesen kom eftir eitt skeið í frásøgn á Odense Teaterskole, og er framførslan ein liður í útbúgvingini á skúlanum. At arbeiða við frásøgn er sera spennandi, heldur Annfinnur Heinesen, ið er ein av teimum seks kandidatunum frá Odense Teaterskole, sum eru í Føroyum.
- Tað skal so sera lítið til, at skapa eina mynd í hugaheiminum hjá áskoðarunum, og tað er tískil ein meira persónlig uppliving, at lurta eftir einari søgu, enn at hyggja eftir einum leiki, tí tú skapar tínar egnu myndir. Tá tú spælir sjónleik, gevur tú tína tulking av leikinum, men um tú sigur frá, gevur tú lurtara og áskoðara amboð til at skapa myndir sjálvi ? um tú dugir væl at siga frá, sigur Annfinnur Heinesen. Upplivingin verður sostatt ávirkað av, hugflognum og kenslunum hjá áskoðarunum sjálvum, leggur hann aftrat. Hann heldur, at frásøgnir rigga serliga væl í Føroyum, tí tað er ein partur av okkara mentan, at siga søgur.
Tey seks hava verið í Klaksvík og Havn, og í kvøld vera tey at síggja og hoyra í skúlanum í Mykinesi klokkan 19.30. Í annakvøld klokkan í handlinum í Oyndarfirði klokkan 20, og ætlanin er at dansa føroyskan dans aftaná.