HM í 2014 verður í Brasilia

Leingi hava tey bíðað í stóra, fótbóltsøra landinum Brasilia. Men hesuferð var tað givið. Einki annað limaland í suðuramerikonsku fótbóltssamgonguni COMNEBOL bjóðaði sær at hýsa HM í 2014. Seinast HM var í Brasilia, var afturi í 1950. Tá taptu brasiliumenn 1-2 í finaluni, ímóti lítlu grannatjóðini Uruguay. 2014 verður fimtu ferð, at HM er í Suðuramerika. Í 1930 var endaspælið í Uruguay. Í 1950 í Brasilia, í 1962 í Chile, og í 1978 í Argentina. HM skuldi verða í Kolumbia í 1986. Men tá bleiv HM flutt til Meksiko, av tí einføldu orsøk, at Kolumbia ikki megnaði at lyfta uppgávuna. Næsta HM-endaspælið hjá kvinnunum verður í 2011. Tá verður vertstjóðin Týskland, sum eisini er verandi heimsmeistari hjá kvinnum.