Annar dagurin í HM í kvinnuhondbólti er liðin, og ráðandi Heimsmeistararnir eru í trupulleikum, eftir javnleik ímóti Brasil, meðan Danmark og Suðurkorea spældu javnleik.
in.fo tekur her saman um dagin við hjálp saman við sosialu miðlunum
Sí eisini:
HM, dagur 2: Danmark er ávarað ímóti Suðurkorea
Danmark og Suðurkorea spældu spennandi javnleik
Bólkur B | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Týskland | 2 | 32 | 4 |
2 | Danmark | 2 | 25 | 3 |
3 | Suðurkorea | 2 | 2 | 3 |
5 | Frakland | 2 | -2 | 1 |
6 | Brasil | 2 | -6 | 1 |
7 | Avstralia | 2 | -51 | 0 |
Brasil - Frakland 19-19
Avstralia - Týskland 8-34
Suðurkorea - Danmark 26-26
Týskland, Danmark og Suðurkorea líkjast teimum trimum liðnum, sum fara víðari til høvuðsumfarið.
Heimsmeistarnir úr Fraklandi komu aftur í trupulleikar í dag, tá ið tað bert gjørdist til javnleik ímóti Brasil, sum als ikki var sannførandi í gjár.
Sí brot úr javnleikinum millum Heimsmeistararnar frá 2013, Brasil og ráðandi Heimsmeistararnar, Frakland, niðanfyri:
Bólkur C | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Ungarn | 1 | 24 | 2 |
2 | Spania | 1 | 14 | 2 |
3 | Montenegro | 1 | 4 | 2 |
4 | Senegal | 1 | -4 | 0 |
5 | Rumenia | 1 | -15 | 0 |
6 | Kasakstan | 1 | -24 | 0 |
Kasakstan - Montenegro 21-30
Spania - Ungarn 29-25
Senegal - Rumenia 24-29
Í bólki C hevur Spania byrjað HM við stórari sannføring. Í dag gjørdist tað aftur til greiðan sigur, og Spania er nú stórfavorittur í bólkinum, og skal takast í álvara í stríðnum um heiðursmerki.
HM-Samanumtøkur á in.fo