HM: Danmark vann á Montenegro - Møtir Noregi í hálvfinaluni

Trý norðurlond hava vunnið seg í HM-hálvfinalurnar í hondbólti hjá kvinnum

Hetta er eitt frálíkt HM-endaspæl hjá teimum trimum norðurlendsku HM-vertunum, Noregi, Svøríki og Danmark. Tey hava nevnliga øll trý vunnið seg í HM-hálvfinalurnar, ið vera leiktir í Boxen høllini í Herning fríggjadagin.

 

Danmark vann í kvøld tepran 26-24 sigur á Montenegro. Eitt skiftið var Danmark á odda 20-13, men Montenegro stríddi seg manniliga inn aftur í dystin, tá danska liðið rendi seg í ein málturk í eina løtu.

 

Í steðginum var Danmark á odda 13-10.

 

Danmark møtir Noregi í hálvfinaluni í Boxen høllini í Herning, fríggjadagin klokkan 16.30. Klokkan 20 spæla Svøríki og Frakland hálvfinalu í somu høll. Hevði verið stuttligt við einari reinari norðurlendskari finalu.

 

Danmark - Montenegro 26-24 (13-10)

 

Danmark: Emma Cecilie Uhrskov Friis  5, Anne Mette Hansen 5, Kristina Jorgensen 3, Louise Katharina Burgaard 2, Andrea Ulrikka Aagot Hansen 2, Kathrine Brothmann Heindahl 2, Sarah Aaberg Iversen 2, Trine Ostergaard Jensen 2, Helena Elver Hageso 1, Mie Enggrob Hojlund 1, Simone Cathrine Petersen 1. 

 

Montenegro: Dijana Mugosa 6, Nina Bulatovic 4, Itana Grbic 4, Tatjana Brnovic 3, Jelena Despotovic 3, Ivana Godec 1, Tanja Ivanovic 1, Ivona Pavicevic 1, Matea Pletikosic 1.