Formel 1
Hetta er nítjanda koyringin í ár og hetta er met. Og enn er kappingin um heimsmeistaraheitið fyri lið víðopin.
McLaren-Mercedes mistu oddasessin í hesi kapping í seinastu koyring, tá Jaques Villeneuve kroysti McLaren-Mercedes bilin hjá Juan Pablo Montoya av breytini, so sjálvt um liðfelagin hjá Montoya Kimi Räikkönen vann á Suzuka breytini í seinastu viku, so gjørdu Renault bilarnir á øðrum og triðja plássi ikki mætari enn, at endurvinna oddasessin í kappingini fyri lið, ein sess sum Renault hevði havt alt árið. Renault hava nú 176 stig móti teimum 174 hjá McLaren-Mercedes.
Räikkönen er sera kvikur
Avbera flotta koyringin hjá Kimi Räikkönen á Suzuka, har hann koyrdi av seytjandu byrjunarstøðu upp at taka oddasessin frá Giancarlo Fisichella í Renault, vísti, at McLaren hava bilin, sum smyr øll og alt av. Meðan Alonso, ið fór av sekstandu byrjunarstøðu upp á triðja pláss, vísti koyring í heimsflokki. Hóast koyringin á Suzuka telist millum tær mest spennandi í nýggjari tíð, gjørdist tað ongantíð teir stóru nærdystirnir millum Alonso og Räikkönen, sum formel 1 verðin hevur bíða eftir í alt ár. Vit kunnu vóna, at hetta verður koyringin, har teir báðir sum eru nummar eitt og tvey í kappingini um heimsmeistaraheitið fyri koyrarar bresta saman.
Ferrari halta
Í fjør varð koyrt á Shanghai breytini á fyrsta sinni, Rubens Barrichello í Ferrari vann, men í ár er nokk lítil ivi um, at Ferrari ikki fer at blanda seg í stríðið um fyrsta pláss, Rubens megnaði ikki frægari enn ellinta pláss á Suzuka, og liðfelagin sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher stríddist har fyri at fáa sítt sjeynda pláss.
Seinasta koyringin hjá BAR
Mest skuffandi framførsluna á Suzuka stóu BAR-Honda fyri. Takuma Sato vísti enn einaferð sína verstu síðu, tá hann rendi á Jarno Trulli og varð diskvalifiseraður á heimabreytini. Nógv rok hevur verið um hesa hending, og leingi sá tað út sum, um royndarkoyrarin hjá BAR-Honda Anthony Davidson skuldi koyra í staðin fyri Sato í Kina. Men ósemjan er av, og Sato koyrir sambært F1.com í hesi, síni síðstu koyring fyri BAR-Honda.
Jenson Button, ið byrjaði av aðru byrjunarstøðu og var eitt av bestu boðunum um ein vinnara, megnaði slettis ikki at fylgja við, og endaði ikki frægari enn á fimta plássi. Í fjør stríddist Jenson Button við Rubens Barrichello og Kimi Räikkönen um sigurin, og teir endaðu við 1,4 sekundum millum fyrsta og triðja pláss.
Alt kann henda
Við bert einari viku millum koyringarnar, og øllum liðunum í fjareystri langt frá royndarbreytunum og sínum høvuðssætum, er ivasamt um har verða stórar broytingar í hvussu bilarnir klára seg. Men hetta er jú formel 1, og alt kann henda.