HM í hondbólti hjá kvinnum: Leikskráin fyri millumbólk 2 og 4

Noreg og Frakland eru favorittar í millumbólki 2, og Spania og Niðurlond eru favorittar í millumbólki 4 at vinna seg í fjórðingsfinalurnar

Skráin er løgd fyri millumbólkarnar í HM-endaspælinum í hondbólti, ið er í Noregi, Danmark og Svøríki í hesum døgum.

 

Nummar eitt og tvey í millumbólkunum vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Í millumbólki 2 eru Noreg og Frakland við fýra stigum hvør, Slovenia og Eysturríki við tveimum stigum hvør, og Angola og Suðurkorea sum einki stig hava.

 

Í millumbólki 4 eru Niðurlond og Spania við fýra stigum hvør, Brasil og Kekkia við tveimum stigum hvør, og Argentina og Ukraina sum einki stig hava.

 

Mikudagin 6. desember

Bólkur II:

(14:30) Suðurkorea–Slovenia

(17:00) Frakland–Eysturríki

(19:30) Noreg–Angola

Bólkur IV:

(14:30) Ukraina–Kekkia

(17:00) Spania–Argentina

(19:30) Niðurlond–Brasil

 

Fríggjadagin 8. desember

Bólkur II:

(14:30) Eysturríki–Angola

(17:00) Suðurkorea–Frakland

(19:30) Slovenia–Noreg

Bólkur IV:

(14:30) Brasil–Argentina

(17:00) Kekkia–Spania

(19:30) Ukraina–Niðurlond

 

Sunnudagin 10.desember

 

Bólkur II:

(14:30) Angola–Suðurkorea

(17:00) Slovenia–Eysturríki

(19:30) Frakland–Noreg

Bólkur IV

(14:30) Argentina–Ukraina

(17:00) Kekkia–Brasil

(19:30) Niðurlond–Spania