HM: Meksiko vann setanardystin har trý reyð kort vóru givin

Suðurafrika setti eitt keðiligt met í setanardystinum í kvøld

Mynd: Ritzau Scanpix

Vertstjóðin, Meksiko kom væl frá landi í innleiðandi HM-bólki A.

 

Á Azteka leikvøllinum í Meksiko býi eydnaðist tað vertstjóðini at vinna 2-0 á Suðurafrika, ið setti eitt keðiligt met við tveimum reyðum kortum í einum HM-setanardysti.

 

Yaya Sithole og Themba Zwane hjá Suðurafrika fingu báðir beinleiðis reytt kort í seinna hálvleiki. 

 

Cesar Montes hjá heimaliðnum syrgdi fyri at setanardysturin bleiv enn meiri søguligur við trimum reyðum kortum, tá hann stutt undan dystarloki eisini fekk beinleiðis reytt kort.

 

Seinast trý reyð kort vóru á lofti í einum HM-endaspælsdysti var í 1998. Tá leikti Suðurafrika javnleik 1-1 móti Danmark. Men tá var tað Danmark, ið fekk tvey reyð kort, og Suðurafrika, ið fekk eitt reytt kort. 

 

Meksiko legði seg á odda longu í níggjunda minutti av dystinum. Yaya Sithole í verjuni hjá Suðurafrika avgreiddi ein bólt illa, ið Erik Lira hjá Meksiko fangaði frá honum. Bólturin endaði hjá Julian Quinones, ið meddaði til og sendi bóltin millum beinini hjá Ronwen Williams í suðurafrikanska málinum. Meksiko økti til 2-0 tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Raul Jimenez skoraði við einum góðum stútara aftaná eina góða sending frá Roberto Alvarado.

 

Meksiko hevði bóltin nógv meira, og hevði eisini væl fleiri málmøguleikar enn Suðurafrika, og vann harvið ein uppibornan sigur.

 

HER  ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

 

Meksiko-Suðurafrika 2-0 (1-0) - HM bólkur A

1-0 Julian Quinones ('9 )

2-0 Raul Jimenez ('67 )

 

Klokkan trý í nátt spæla hini bæði liðini í innleiðandi HM-bólki A, Suðurkorea og Kekkia dyst á Estadio Akron leikvøllinum í Guadalajara í Meksiko. 

 

Danska TV2 Sport X, norska NRK, svenska TV4 og íslendska RÚV vísa dystin millum Suðurkorea og Kekkia. 

 

HER  er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á donsku rásunum, DR, DR2, TV2 og TV2 Sport X.

 

-------

 

HER  er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á norsku rásunum, NRK og TV2.

 

-------

 

HER  er yvirlitið, ið vísir hvussu ein sær innleiðandi HM-dystirnar á svensku rásunum, SVT og TV4.

 

-------

 

HER  ber eisini til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

------

 

Mynd: Ritzau Scanpix