Harry Kane skoraði mál nummar 72 fyri Ongland, og bjargaði Onglandi undan einum pínligum javnleiki móti Andorra.
Niðurlond vunnu á Finnlandi og Eysturríki vann á Rumenia.
Her eru úrslitini og málskjúttarnir í HM-undankappingardystunum, ið vóru leiktir leygardagin.
Bólkur G:
Finnland-Niðurlond 0-2 (0-2)
0-1 Memphis Depay ('6 )
0-2 Denzel Dumfries ('23 )
Malta-Litava 0-0
Pólland hevur seks stig fyri tveir dystir, og Finnland hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Niðurlond hava trý stig fyri ein dyst, og Litava hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Malta er aftast við einum stigi fyri tríggjar dystir.
Bólkur H:
Eysturríki-Rumenia 2-1 (1-0)
1-0 Michael Gregoritsch ('42 )
2-0 Marcel Sabitzer ('60 )
2-1 Denis Alibec ('95 )
Bosnia Hersogovina-San Marino 1-0 (0-0)
1-0 Edin Dzeko ('66)
Bosnia Hersogovina hevur níggju stig fyri tríggjar dystir. Rumenia hevur trý stig fyri tríggjar dystir, Kýpros hevur trý stig fyri tveir dystir, og Eysturríki hevur trý stig fyri ein dyst. San Marino hevur einki stig aftaná tríggjar dystir.
Bólkur K:
Andorra-Ongland 0-1 (0-0)
0-1 Harry Kane ('50)
Albania-Serbia 0-0
Ongland hevur níggju stig fyri tríggjar dystir. Albania hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, og Lettland hevur trý stig fyri tveir dystir. Serbia hevur eitt stig fyri ein dyst, og Andorra hevur einki stig aftaná tríggjar dystir.