Hann hevur spælt 226 landsdystir og hevur skotið heili 143 mál fyri Portugal, livandi 41 ára gamla álopslegendan, Cristiano Ronaldo.
31. august í 2017 skoraði Ronaldo hattrick móti Føroyum í 5-1 HM-undankappingardysti í Porto. Rógvi Baldvinsson skoraði tá eitt minniligt mál til støðuna 2-1.
Tá Portugal 10. oktober í 2016 vann 6-0 á Føroyum, skoraði Ronaldo eitt mál.
Portugisiski landsliðsvenjarin, Roberto Martinez hevði Ronaldo millum teir kosnu, tá hann kunngjørdi HM-hópin. Portugal er í innleiðandi HM-bólki K saman við Kolumbia, Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Usbekistan.
Undan HM-endaspælinum spælir Portugal venjingardystir móti Kili og Nigeria.
HER er portugisiski HM-hópurin:
Málverjar:
- Diogo Costa (Porto)
- José Sá (Wolverhampton)
- Rui Silva (Sporting CP)
Verjuleikarar:
- Rúben Dias (Manchester City)
- João Cancelo (Barcelona)
- Nélson Semedo (Fenerbahce)
- Nuno Mendes (Paris Saint-Germain)
- Diogo Dalot (Manchester United)
- Gonçalo Inácio (Sporting CP)
- Matheus Nunes (Manchester City)
- Renato Veiga (Villarreal)
- Tomás Araújo (Benfica)
Miðvallarar:
- Bernardo Silva (Manchester City)
- Bruno Fernandes (Manchester United)
- Rúben Neves (Al-Hilal)
- Vitinha (Paris Saint-Germain)
- João Neves (Paris Saint-Germain)
- Samú Costa (Mallorca)
Áleyparar:
- Cristiano Ronaldo (Al-Nassr)
- João Félix (Al-Nassr)
- Rafael Leão (Milan)
- Gonçalo Guedes (Real Sociedad)
- Gonçalo Ramos (Paris Saint-Germain)
- Pedro Neto (Chelsea)
- Francisco Trincão (Sporting CP)
- Francisco Conceição (Juventus)











