HM: Slovenskur dómari til finaluna millum Spania og Argentina

Slavko Vincic dømdi Champions League finaluna í 2024

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað verður 46 ára gamli slovenin, Slavko Vincic sum fer at døma HM-finaluna millum Spania og Argentina á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í annaðkvøld klokkan 20.

 

Slavko Vincic er ein royndur dómari, og hevur higartil dømt 50 dystir í Champions League. Í 2024 dømdi hann finaluna í Champions League millum Real Madrid og Borussia Dortmund.

 

Slavko Vincic hevur dømt tríggjar dystir í hesum HM-endaspælinum. Talan er um dystirnar: Brasil-Marokko, Jordan-Algeria og Meksiko-Ekvador.

 

Í HM-endaspælinum í Katar dømdi Slavko Vincic tveir dystir. 

 

Í 2022 dømdi Slavko Vincic finaluna í Europa League millum Eintracht Frankfurt og Glasgow Rangers. 

 

Jesús Valenzuela úr Venesuela dømir HM-bronsudystin millum Frakland og Ongland, ið verður spælur á Hard Rock leikvøllinum í Miami í kvøld klokkan 22. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix