Vakrasta málið
Málið hjá Diego Maradona móti Onglandi ? altso tað við fótinum ? er júst kosið sum hitt vakrasta í HM-søguni.
Slalom-ferðin hjá lágbeintu fótbóltslegenduni gjøgnum enska landsliðið gjørdist ein tryggur vinnari í atkvøðugreiðslu, sum fór fram á heimasíðuni hjá FIFA. 18.062 atkvøddu fyri málinum hjá Maradona.
Málið hjá Michael Owen móti Argentina fyri fýra árum síðani gjørdist nummar tvey við 10.631 atkvøðum, meðan 5-2 málið hjá Pele í finaludystinum móti Svøríki í 1958 kom á triðja plássinum við 9.880 atkvøðum.
Beckham er tøkur
Líka síðani Aldo Duscher í fjórðingsfinaluni millum Deportivo la Coruna og Manchester United jarðlegði David Beckham, hevur ein spurningur tókst hin týdningarmesti í heimssøguni, um metast skal eftir bretsku miðlunum.
Nú er spurningurin tó greiddur. David Beckham hevur boðað frá, at hann verður tøkur til dystin hjá Onglandi móti Svøríki sunnudagin, og somikið vísur er hann í hesum, at hann sigur seg ætla at spæla allar 90 minuttirnar, um venjarin loyvir hesum.
Sostatt er størsti spurningurin í nýggjari bretskari søgu svaraður, og bretar kunnu komandi dagarnar draga andan heldur lættari.
Somikið stórur hevur áhugin fyri skaðanum hjá Beckham verið, at sjálvt bretska drotningin hevur sent honum ynski um góða betran.
Recoba verður við
Dysturin millum Danmark og Uruguay leygardagin verður av mongum mettur sum avgerandi fyri, hvør teirra kemur víðari úr bólkaspælinum.
Fagnaðurin í Uruguay er tí stórur, nú tað er staðfest, at knæskaðin hjá Alvaro Recoba kortini ikki er so álvarsligur, sum tað annars varð roknað við. Recoba meiddi sær knæið undir venjing fyrr í vikuni, men nú sigur hann seg vera tøkan til dystin móti dønum. Tað verður Fabian O?Neill hinvegin ikki. Hann hevur bruna í hælsinuni, og verður væntandi heldur ikki tøkur, tá Uruguay í næsta dystinum skal takast við heimsmeistararnar úr Fraklandi.
Týskarar frøast
Týskland hevur undan HM-kappingini verið meint rakt av skaðum, og fleiri avboð hava verið seinastu vikurnar.
Nú er tó okkur at frøast um hjá Rudi Völler, tí væntandi verður týski spælskiparin, Michael Ballack, tøkur til fyrsta dystin, sum verður ímóti Saudi Arabia. Ballack hevur seinastu vikurnar verið plágaður av skaða í øklinum, men hetta tykist nú vera komið í rættlag.
Óvanliga opin Trappatoni
Italski landsliðsvenjarin, Giovanni Trappatoni, heldur vanliga kortini væl at kroppinum, tá lið hansara skulu setast, men nú tykist hann hava skift ham. Tað er ikki fyrr enn mánadagin, at Italia skal í eldin, men longu nú hevur Trap mest sum avdúkað, hvørjir teir fyrstu ellivu verða. Hetta hendi, eftir at Italia hevði leikt ein venjingardyst móti einum japanskum liði.
Eftir dystin segði venjarin, tað vera ógvuliga sannlíkt, at teir fyrstu ellivu í hesum dystinum vóru teir somu, sum fóru at byrja inni móti Ecuado mánadagin.
Sostatt verður italska uppstillingin helst hendan: Buffon ? Panucci, Cannavaro, Nesta, Maldini ? Zambrotta, Di Biagio, Tommasi, Doni ? Vieri, Totti
Blatter svarar aftur
Í kjalarvørrinum á ákærunum um mutur og eftirfylgjandi sigurin á formansvalinum, er Sepp Blatter nú farin at geva ilt av sær.
Sostatt hevur hann longu boðað frá, at samstundis sum HM verður sett, fer hann at geva aðalskrivaranum, Michel Zen-Ruffinen, sekkin.
Ruffinen var maðurin, sum kom við tilfarinum um eina møguliga mutur-gølu, har Blatter var íblandaður, og tá hann eftir formansvalið mikudagin kom við viðmerkingum um úrslitið, bar av hjá Blatter.
Roknað verður eisini við, at varamaðurin hjá Ruffinen, Jon Doviken, eisini verður sekkjaður.