Í nátt - føroyska tíð - spældu Sveis og Algeria HM-sekstandapartsfinalu á BC Place leikvøllinum í Vancouver.
Sveisararnir vunnu dystin 2-0.
Longu í 10. minutti legði Johan Manzambi ein góðan bólt inn til Breel Embolo, ið legði Sveis á odda 1-0. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Dan Ndoye fangaði ein returbólt og sendi bóltin í netið til 2-0 til Sveis.
Sveis møtir í áttandapartsfinaluni vinnaranum av dystinum millum Kolumbia og Gana.
Sveis-Algeria 2-0 (1-0)
1-0 Breel Embolo ('10 )
2-0 Dan Ndoye ('46 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sveis og Algeria.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











