HM-áttandapartsfinalur: Klokkutíðir og hvør vísir dystirnar

Komandi fýra dagarnar verða HM-áttandapartsfinalur leiktar klokkan 15 og klokkan 19

Gamli franski stórleikarin og fyrrverandi forsetin í UEFA, Michel Platini er tiltikin fyri at siga, at "HM byrjar ikki fyrrenn áttandapartsfinalurnar byrja".

 

Komandi fýra dagarnar verða tær átta áttandapartsfinalurnar leiktar í HM-endaspælinum í Russlandi. 

 

Her er dystarskráin við ávising til hvørjar rásir hjá Televarpinum vísa dystirnar. Ofta kann tað verða ein góður avvekslingur at hoyra ymiskar frásøgumenn og ymiskar viðmerkjarar.

 

Leygardagin klokkan 15: Frakland-Argentina (KVF, DR1, RÚV og NRK1)

Leygardagin klokkan 19: Uruguay-Portugal (KVF, DR1, RÚV og NRK1)


Sunnudagin klokkan 15: Spania-Russland (KVF, TV2, og RÚV)

Sunnudagin klokkan 19: Kroatia-Danmark (KVF, DR1, RÚV og NRK1)


Mánadagin klokkan 15: Brasil-Meksiko (KVF, DR1 og RÚV)

Mánadagin klokkan 19: Belgia-Japan (KVF, TV2 og RÚV)

 

Týsdagin klokkan 15: Svøríki-Sveis (KVF, TV2, RÚV og NRK1)

Týsdagin klokkan 19: Kolumbia-Ongland (KVF, TV2 og RÚV)