HM var ein stór uppliving

Sunnukvøldið komu tey trý liðini frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag aftur til klettarnar eftir at hava kappast um heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki í Estlandi.

FIMLEIKUR

Um vikuskiftið hava gentuliðini hjá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag kappast við 19 onnur lið um heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki.
Estetiski fimleikurin er enn so nýggjur í Føroyum, og tí høvdu føroysku fimleikararnir ikki sett nøsina upp eftir heiðursmerkjum, men tær ætlaðu sær kortini ikki at enda aftast, og tað gjørdu tær heldur ikki. Øll trý liðini vunnu nevniliga á donsku meistarunum frá Greve. Eitt lið frá Finnlandi vann kappingina um heimsmeistaraskapin.

Støðið er høgt
Liðini kappaðust herfyri um føroyska meistaraskapin, og tá gjørdust genturnar hjá Havnar Fimleikafelag vinnarar, Støkk vóru á øðrum plássi, og Ljósið var nummar trý. Tí eru innanhýsis úrslitini millum føroysku liðini í HM-kappingini ikki óvæntað. Tað, sum var mest spennandi, var at vita, hvussu føroysku fimleikararnir kláraðu seg í altjóða kappingini við lið frá so stórum fimleikatjóðum sum Russland, Finnland og Estland. Tilsamans 22 lið kappaðust í Estlandi, og úrslitið gjørdist, at Havnar Fimleikafelag var nummar 18, Støkk var nummar 20 og Ljósið var nummar 21.
Hóast úrslitini ikki vóru av teimum allar bestu, kunnu vit kortini siga, at tey eru góð eftir okkara máti, tí tað eru einans tvey ár síðani føroysku fimleikafeløgini lagaðu venjingina eftir tí estetiska fimleikinum, og er estetiski fimleikurin sostatt næstan at rokna sum ein nýggj fimleikagrein hjá okkum. Tey, sum vóru í føroyska ferðalagnum hava kortini tosað um, at tað rætta kanska hevði verið at skipað fyri norðurlendskum kappingum, soleiðis at føroysku liðini fáa mótstøðu frá øðrum liðum, sum eru á nøkulunda sama støði sum vit, tí sum tað sæst, eru okkara fimleikarar á hægri støði enn donsku fimleikararnir.

Øll eru væl nøgd
Dagbjørt Sólheim, venjari hjá Støkk, heldur hetta vera eitt sera gott hugskot. -Tað er hóast alt stuttligast at kappast við javnlíkar, heldur hon. Og genturnar hjá okkum eru als ikki vónbrotnar; tær vita, at kappingin er sera hørð, og duga eisini at síggja, at hóast vit hava vant sera nógv, so er tað als ikki lætt at koma upp á støðið hjá liðum frá t.d. Russlandi, sum er eitt av londunum, sum hava íðkað estetiskan fimleik longst. Men vit eru allar sera glaðar fyri túrin og hava heilt víst lært nógv, sum vit kunnu byggja víðari uppá.
Við í ferðalagnum vóru, umframt tey trý gentuliðini, Katrin Abrahamsen, umboð fyri Føroya Fimleikasamband, og Beinta Danielsen og Elna Johansen, sum báðar eru altjóða dómarar í estetiskum fimleiki. Hetta var fyrstu ferð, at tær báðar dømdu í aljtóða kappingum, og tað frættist, at tær als ikki stóðu aftan fyri dómararnar úr hinum londunum.
Sigast kann ikki annað enn at føroyskur fimleikur sum heild hevur ment og flutt seg nógv hesi seinastu tvey árini, og úrslitini frá HM-kappingini vísa, at vit eru á rættari leið frameftir.