Hóast sløk avrik er B36 greiður favorittur í Fuglafirði

Her eru oddsini upp á dystin ÍF-B36

Sunnudagin klokkan 15 tekur ÍF ímóti B36 í dysti i Betrideildini hjá monnum í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

ÍF er aftast í deildini við trimum stigum. B36 er nummar fimm í deildini við 17 stigum.

 

Tá liðini hittust í Gundadali endaði tað við javnleiki 3-3. ÍF var eitt skiftið í fyrra hálvleiki á odda 3-1.

 

Hóast vánaligu gongdina er B36 stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til ÍF eru so høg sum 11,53.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,73.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru so lág sum 1,17.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##