Høgni Hoydal vitjar amerikanska flogberan USS Harry S. Truman

Eftir innbjóðing frá amerikanska herflotanum vitjaði Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, í dag umborð á amerikanska flogberanum USS Harry S. Truman í Norðsjónum

Eftir innbjóðing frá amerikanska herflotanum vitjaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í dag umborð á flogberanum USS Harry S. Truman, sum í løtuni virkar og ger venjingar við einum NATO-flotafylgi í Norðsjónum, útfyri norsku strondina, nærindis Stavanger. 

Landsstýrismaðurin fleyg út til flogberan úr Skotlandi. USS Harry S. Truman er eitt av heimsins størstu herskipum.

– Vitjanin umborð á Harry S. Truman er ein liður í at áhaldandi styrkja samskiftið við USA um trygd og verju, so hvørt sum óvissurnar á heimspolitiska pallinum økjast. 

– Beinleiðis samskifti við USA og okkara sameindu er avgerandi fyri, at vit áhaldandi eru við til at mynda trygdar- og verjupolitiskt virksemi um okkara leiðir, og at føroysk sjónarmið verða tikin við, tá støða skal takast til felags avbjóðingar, sigur landsstýrismaðurin.

Eftir ætlan skuldi amerikanski flotamálaráðharrin, Carlos del Toro, vitja í Føroyum í summar, men varð vitjanin avlýst vegna veður. Skipað varð ístaðin fyri einum talgildum fundi, har ráðharrarnir umrøddu trygdarstøðuna í norðurhøvum.

 

##med2##

 

Høgni Hoydal og Capt. Dave Snowden, Commanding Officer (t.v.)