Høgni tosaði út í tóman heim

Eina góða løtu hava bara tvey tingfólk hava verið til staðar í Løgtinginum

Tað er ikki serliga hugaligt at halda røðu fyri einum skralltómum tingsali

 

Tað ásannaði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú hann heldur røðu í sambandi við, at Løgtingið skal eitast at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi um at broyta stýrisskipanina.

 

Nakrar av broytingunum eru at løgmaður skal leggja frá sær, hvørja ferð val er og at tað skal vera lættari at hava fólkaatkvøðu í Føroyum.

 

Samstundis skal tað vera lættari hjá nevndum at hava almennar hoyringar og at nevndarfundir eru almennir

 

Men nú er tað sjáldsama hent, at tingsalurin er at kalla skralltómur.

 

Eina góða løtu hava bara tvey av teimum 33 tingfólkunum verið í tingsalinum og tey eru tey bæði Sirið Stenberg og Gunnvør Balle, sum bæði eru úr Tjóðveldi.

 

Nú eru so nøkur einstøk komin afturat

 

Hetta er óhugaligt, heldur Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi.

 

Hon veit ikki, hvat tað er, sum ger seg galdandi.

 

Men hon vísir á, at talan er um stór- og grundleggjandi mál, sum er til viðgerar, men at tað er óvirðiligt, at hava mál til viðgerar fyri einum tómum tingsali.

 

- Orðaskiftið og viðgerðin er oyðiløgd, sigur hon.