Hesa vikuna hevur laksaprísurin verið høgur.
+Í norskum krónum lág makrnaðarprísurin kring heimin á 52,50 krónum. Hetta er eit tað hægsta prísurin hevur verið.
Ein av orsøkunum er, at lúsin plágar alararnar nógv. Tað ger seg ikki bert galdandi í Føroyum, men eisini aðrastaðni har laksur verður alædur.
Høgi prísurin er góður, men fyri tey, sum selja í norskum krónum ger veika norska krónan, at prísurin er heldur lægri enn hann hevur verið, tá ið avroknað verður.
Fyri 100 norskar krónur fáast ikki meira enn millum 78 og 79 danskar krónur í hesum døgum