HØJ leikti javnt í oddauppgerðini - Liðið hjá Paula Mittún vann aftur

HØJ er eitt stig frá oddinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ spældu í dag oddauppgerð á útivølli móti Midtjyllandi.

 

Dysturin endaði við javnleiki 23-23. Í steðginum var Midtjylland á odda 12-10. 

 

Tað eydnaðist ongantíð HØJ at koma á odda í dystinum, men teir fingu knógvað ein javnleik. 

 

Rói skoraði eitt mál. 

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne komu aftur á sigursslóðina í dag við einum 27-24 sigri móti Tønder á útivølli. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 15-10.

 

Pauli var næstbesti málskjúttin hjá suðuroyggjamonnum í dag við seks málum. 

 

Mikukvøldið klokkan 18.30 spælir Team Sydhavsøerne ein útsettan dyst móti oddaliðnum, Grindsted. Sum stigartalvan vísir kunnu Pauli og liðfelagarnir gera HØJ og sær sjálvum eina stóra tænastu við at vinna dystin komandi mikukvøld.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1Grindsted   2236
2HC Midtjylland    2336
3HØJ 2335
4Skive    2333
5Team Sydhavsøerne  2231
6Aarhus HC    2330
7Tønder  2329
8FIF 2318
9Rækker Mølle  2318
10Odder  2317
11HC Odense2313
12Skovbakken2310
13Vendsyssel238
14Køge 236