Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ spældu í dag dyst á útivølli móti Tønder í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ vann ein greiðan 36-28 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 19-14.
HØJ er fjórðfremst í deildini við 16 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Grindsted sum hevur 19 stig. Midtjylland hevur 18 stig og Skive hevur 17 stig, so tað er sera tætt í oddinum.
Rói skoraði tvey mál. Tíverri eru eingi hagtøl fyri málverjar í næstbestu deildini.
Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð. Tá tekur HØJ móti Team Sydhavsøerne, ið hevur Paula Mittún á liðnum.