HØJ vann og Roskilde tapti

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru partur av uppflytingarstríðnum. Tað sær svart út hjá Rógva Dal-Christiansen og liðfeløgunum í Roskilde

Tvey føroyingalið í næstbestu hondbóltsdeildini hjá monnum í Danmark vóru í leiki fyrr í dag.

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á heimavølli trivaligan 33-23 sigur á Otterup. Í steðginum var HØJ á odda 15-11. Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag.

 

HØJ er triðfremst í deildini við 27 stigum, sama stigatali sum liðið hjá Brandi Halgirssyni, Team Sydhavsøerne sum er næstfremt í deildini. Ringsted er greitt oddalið við 32 stigum. Nummar eitt flytur beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý spæla móti liðum úr bestu deildini fyri at vinna sær rættin at flyta upp í bestu deildina.

 

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde taptu á útivølli 25-31 fyri Rækker Mølle. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-12. Rógvi skoraði eitt mál fyri Roskilde í dag.

 

Tað sær svart út hjá Roskilde, ið liggur væl aftast í deildini:

 

Nr.Lið:DystirStig
1TMS Ringsted2032
2Team Sydhavsøerne2027
3HØJ 2027
4Skive fH2025
5Aarhus HC1921
6Rækker Mølle2020
7TM Tønder2019
8FIF2018
9Grindsted1917
10IK Skovbakken2017
11Odder 1913
12Otterup HK2013
13Roskilde219